Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til Djóni Nolsøe Joensen, sum spurdi um støðuna á Familjudeplinum:

Almannaverkið hevur upplýst, at virksemið á familjudeplinum hevur verið sera óstøðugt seinastu árini. Í 2021 var virksemið á familjudeplinum soleiðis:
- av 84 døgum vóru 2 familjur innskrivaðar
- av 162 døgum var 1 familja innskrivað
- av 119 døgum var eingin familja innskrivað

Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð um at innskriva familjur á familjudepilin eftir tilmæli frá barnaverndartænastunum kring landið. Talan er tó um eitt sjálvboðið tilboð til familjuna. Hetta hevur við sær, at familjan ikki nýtist at møta á stovninum kortini og/ella kann fara av stovninum eftir stutta tíð, hóast avgerðina hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini.

Í 2021 vórðu 5 familjur innskrivaðar á familjudepilin, harav tvær familjur fóru av stovninum aftur aftaná fáar dagar.

Hóast óstøðugt virksemi, skal stovnurin vera fult virkisførur við fullari starvsfólkamanning árið runt. Hetta hevur ført til ymiskar avbjóðingar við tíðini, bæði í mun til virksemi á stovninum og starvsfólkahópin.

Almannaverkið hevur roynt at skipa arbeiðið hjá starvsfólkunum soleiðis, at starvsfólkini á familjudeplinum hava tikið vaktir á samdøgursstovnum fyri børn/ung, tá einki virksemi hevur verið á familjudeplinum. Hetta hevur tó ikki virka eftir ætlan, tí starvsfólkini skula vera tøk á familjudeplinum við stuttum skotbrái, tá ein familja verður innskrivað. Tískil skapar hetta ov nógv órógv í arbeiðinum á samdøgursstovninum fyri børn/ung.

Almannamálaráðið hevur saman við Almannaverkinum sett eina tilgongd í verk í mun til at fáa greiðu á, hvussu virksemið á familjudeplinum skal skipast framyvir. Henda tilgongdin fevnir eisini um starvsfólkahópin, sum í verandi løtu eru flutt í onnur størv í Almannaverkinum.

Tórshavn, 5. oktober 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo