Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað var av sonnum ein hátíðardagur, tá síðsta skotið í nýggju tunlunum norður um fjall bleiv latið av.

Hóast nógv er eftir at gera, so haldi eg, vit kunnu siga, at komið er inn undir land við hesi tunnilsverkætlan.

Tøkk til Articon og arbeiðsfólk teirra fyri skjótt og vælgjørt arbeiðið, sum er frammanfyri tíðarætlanina. Somuleiðis tøkk til Landsverk.

Hetta er ein stórur dagur hjá okkum øllum. Serliga stórt má hetta kennast hjá íbúgvunum í bygdunum norðanfyri, eisini í Svínoy og Fugloy. Um ikki so langa tíð, so kann koyrast ígjøgnum nýggjar og ljósar tunlar. Hetta verður ein stór broyting og eitt stórt lop inn í framtíðina, eftir at hava koyrt í myrku og trongu tunlunum frá mitt í 60-unum. Teir fáa eitt nýtt lív, ein lættari dagligdag. Lívið gerst lættari.

Javnbjóðis kor til allar borgarar
Við nýggju tunlunum blíva borgarnir Norðanfyri Fjall javntsettir við onnur líknandi støð í Føroyum. Tað gerst lættari at liva, virka og búgva í heimbygdini og arbeiða og taka útbúgving aðrastaðni. Nýggju tunlarnir geva eisini nýggjar møguleikar. Nú sleppa stórir lastbilar og høgir bussar norðum, og hevur hetta stóran týdning fyri ferðavinnuna, men eisini gerst tað lættari við stórum verkætlanum, sum krevja stórar maskinur og stórar bilar. Bakkafrost hevur ein stóran part av sínum virksemi Norðanfyri Fjall.

Henda tunnilsverkætlan er heilt í tráð við endamál fólkafloksins at javnseta allar borgarar landsins. Fólkaflokkurin ynskir, at sambinda allir íbúgvar okkara, so teir í mest møguligan mun fáa javnbjóðis kor at liva, virka, búgva og arbeiða undir. Óansæð um teir búgva á Viðareiði, Gásadali, Akrabyrgi ella í Havn. Um vit ikki ynskja at tøma útjaðarin fyri fólk – og tað ynskir fólkaflokkurin ikki - so gerst hetta einans við at samanbinda landið, so vítt tað er møguligt. Hetta er fólkaflokspolitikkur í praksis. Kann í hesum sambandi nevna, at fólkaflokkurin setti Suðuroyartunnilin á skrá, beint áðrenn løgtingsval bleiv útskrivað.

Bleyt virðir
Nýggju tunlarnir eru ein góð og neyðug íløga í samferðsluna, framtíðina og í ferðavinnuna, men teir eru so sanniliga eisini ein góð og neyðug íløga í sokallaðu bleytu virðini. Ìløgur í tunlar, vegir, grót, betong og asfalt eru sanniliga - umframt alt annað - eisini íløgur í bleyt virðir. Spyrjið bara íbúgvarnar Norðanfyri Fjall og øðrum líknandi plássum.

Tey sum búgva aðrastaðni í Føroyum, har samferðsluviðurskiftini eru góð, duga ikki altíð at síggja týdningin av íløgum í tunlar, vegir og havnir. Hesar íløgur blíva ofta settar upp ímóti íløgum í heilsu- og almannaverk. Mong siga, at vit skulu brúka størri peningaupphæddir til heilsu- og almannaverk ístaðinfyri til vegir og tunlar. Tað skulu vit sanniliga eisini, og tað hevur fólkaflokkurin so dyggiliga prógvað í verki, tí ongantíð áður er so nógvur peningur settur av til heilsu- og almannmál, sum í hesi samgonguni. Men vit skulu hugsað um øll – eisini borgarnar runt úti um landið. Einaferð verður eisini vónandi liðugt við stórum samferðslusverkætlanum. Ein átroðkandi og sera stór og kostnaðarmikil íløga er í øllum førum eftir at gera, og tað er Suðuroyartunnilin. Sum nevnt omanfyri, so hevur fólkaflokkurin eisini sett tann tunnilin á skrá.

Størsta einstaka íløga nakrantíð
Tunnilsverkætlanin Norður um Fjall er størsta einstaka íløga í samferðsluna norðanfyri nakrantíð. Hetta hevur verið ein langur og tungur burður. Ofta hevur gingið eitt fet fram og tvey aftur, men nú er komið undir land, og tað gleðist eg stórliga um. Hesir tunlarnir hava leingi verið mítt hjartamál, og tí er hesin dagurin av sonnum ein hátíðardagur fyri meg, hóast eg ikki dagliga koyri ígjøgnum tunlarnar.

Sterkt og trygt vinnulív er grundarlagið
Í hesum gleðisrúsinum skulu vit ikki gloyma, at uttan eitt sterkt og trygt vinnulív í rygginum og sum grundvøll og aftasta skansa, so var útbyggingin av okkara samfelag ikki møgulig. Fólkaflokkurin ynskir at sláa ring um alt okkara vinnulív, so tað framhaldandi kann vera krumtappurin og lokomotivið, sum drívur allar Føroyar framá. Almennu kassarnir tømast skjótt, um vit ikki hava eitt sterkt og trygt vinnulív í tryggum kørmum, sum skapar virðini. Vinnulívið er okkara lívsæðr og okkara fyritreyt fyri einum framhaldandi vælferðarsamfelagi. Fólkaflokkurin hevur besta og mest burðardygga vælferðarpolitikkin. Vit ynskja frælsi og sjálvbjargni til vinnulív og einstaklingar, so hesi kunnu skapa pening og fyritreytir fyri einum tryggum og burðardyggum vælferðarsamfelagi. Latið okkum ikki drepa gullhønuna, sum verpir gulleggini.

Besta byrjanin og fyritreytin fyri einum góðum og tryggum vælferðarsamfelagið næstu 4 árini fæst við at velja fólkaflokkin tann 8. dec. Tað hava vit so dyggiliga prógvað undanfarnu 3 árini og vit vilja fegin halda fram við arbeiðinum og okkara góðu avrikum – eisini eftir 8.dec. um vit fáa møguleikan. Tað avgerðina tekur veljarin tann 8. dec.

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo