Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mær hevur altíð ligið á hjarta at stuðla nýggjum virksemi og smærri vinnurekandi, sum við dirvi og virkisfýsni taka kappingina upp í vinnulívinum. Tórshavnar kommuna hevur gingið á odda við at stuðla íverksetarum við góðum kørmum, og ótald dømi eru um nýskapan í hesum kveikjandi umhvørvi.

Vit mugu hava eitt kappingareftirlit, tá nakrar fáar fyritøkur alsamt gerast so stórar og sterkar, at tær keypa alt annað vinnulív upp. Harvið tryggja vit eitt fjølbroytt vinnulív, har rúm eisini er fyri smærri vinnurekandi. Og tí skulu góð hugskot, dirvi og virkisfýsni stuðlast. Hesum hava vit bara góðar royndir av.

Vit vilja skapa karmar fyri fólk, sum vilja skapa nýtt virksemi. Ungir spírar skulu hava umstøður at spretta, og nýggj vinnulig hugskot skulu hava skjóta og lætta atgongd til skipanir, sum flyta hugskot til veruleika. Smidleiki skal vera reyði tráðurin í allari vinnuligari umsiting. Hesum hava vit eisini góðar royndir við.

Vit hava tørv á stórum og sterkum aktørum, sum kunnu fáa fígging til stórar íløgur og marknaðarátøk. Men tað er ikki gott fyri fólkaræðið, um fyritøkur gerast so sterkar, at tær við uppkeypum kunnu gera av, hvør annar kann yvirliva á marknaðinum. Her krevst eitt styrkt kappingareftirlit at tryggja, at tað ikki hendir.

Hetta gera vit eisni við at styrkja smærri vinnurekandi og spírar. Og tí vil Javnaðarflokkurin lækka partafelagsskattin, so smáar fyritøkur rinda nakað minni enn stórar.

Heðin Mortensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo