Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hagtølini hjá Kvinnuhúsinum eru ræðandi. Fráboðanirnar um harðskap økjast. Serliga eru fráboðanir um sálarligan harðskap øktar markant seinnu árini. 

Eg haldi, at vit eiga at seta Istanbulsáttmálan í gildi fyri Føroyar. Istanbulsáttmálin er ein altjóða sáttmáli, hvørs endamál er at fyribyrgja og basa harðskapi móti kvinnum og harðskapi í heimunum. Istanbulsáttmálin fevnir breitt og fevnir um øll sløg av harðskapi. 

Álit eru gjørd um harðskap í parlagi og nærsambondum, og fleiri átøk úr álitinum eru framd. Tað er gott. Men vit mugu gera meira. Fleiri ferðir seinastu dagarnar hava vit hoyrt um ymiskan harðskap, ið verður framdur móti kvinnum.

Eg havi tí sent løgmanni fyrispurning um hann ætlar at seta istanbulsáttmálan í gildi, um hvat landsstýri ger fyri at basa harðskapi móti kvinnum og um løgmaður heldur at sálarligur harðskapur skal kriminaliserast.

Hervør Pálsdóttir,
Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo