Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Prestarnir í Vága prestagjaldi: Í samband við átakið “Spæl føroyskt”, sum í ár er í viku 10 frá sætta til tólvta mars, er Tónleikasamband Føroya komið við tí hugskoti, at víðka tiltakið til ikki bara at vera í útvarpi, men eisini ymsastaðni kring landið. Eitt nú kirkjum og samkomuhúsum.

Prestarnir í Vága prestagjaldi hava tikið hugskotið til sín, og í tí sambandi verður skipað fyri sálmakvøldi í Sandavágs kirkju mánakvøldið 6. mars klokkan 19.30.

- Tað snýr seg um hetta einfalda: at koma saman og syngja føroyskt í kirkjuni, sigur Inga Poulsen Dam, prestur.

Fyriskiparanir vóna at kunna fylla kirkjuna við fólki – saktans úr øllum landinum – sum dáma væl at syngja sálmar í felag.

Sungið verður bæði úr “gomlu” sálmabókini og úr Sálmabókaískoytinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo