Listin ger lívið lættari at liva
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Sjúrður Skaale tekur talgildan harðskap móti kvinnum upp aftur á Fólkatingi. Hesaferð er tað við eini áheitan á ministaran um at seta ferð á at fáa POL-SAS málsviðgerðarskipanina í brúk í Føroyum, soleiðis at løgreglan fær eitt betri yvirlit av talgildum harskapi í Føroyum.

Harumframt vil fólkatingsmaðurin vita, um løgmálaráðharrin vil umhugsa at oyramerkja pengar til løgregluarbeiði við júst talgildum harðskapi.

Fyrr í ár spurdi fólkatingsmaðurin løgmálaráðharran um talgildan harðskap móti føroyskum kvinnum.

Endamálið var m.a. at vita, hvussu útbreiddur trupulleikin er, um hann er vaksandi, og hvussu føroysku hagtølini síggja út í mun til tey donsku.

- Svarið vísti tíverri, at tað ikki finst eitt neyvt yvirlit yvir talgildan harðskap móti kvinnum í Føroyum, tí tað við verandi málsviðgerðarskipan ikki ber til hjá løgregluni at trekkja upplýsingarnar um hetta slagi av kriminaliteti elektroniskt. Avleiðingin av hesum er, at vit snøgt sagt vita ikki, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Og at vit heldur ikki kunnu kanna, um hann er størri hjá okkum enn aðrastaðni.

Fólkatingsmaðurin vil tí vita, um danski løgmálaráðharrin kann seta ferð á at fáa sokallaðu POL-SAS málsviðgerarskipanina í brúk í Føroyum, soleiðis at føroyska løgreglan fær sama yvirlit av trupulleikanum sum tann danska. Og hann vil somuleiðis vita, um løgmálaráðharrin vil umhugsa at oyramerkja pengar til júst hetta slagið av løgregluarbeiði.

- Eg hugsi, at vit kunnu gera meira fyri at basa talgildum harðskapi móti føroyskum kvinnum, men vit mugu eisini hava eitt betri yvirlit. Um løgreglan fær POL-SAS skipanina í nýtslu, so fær hon eina betri heildarmynd og harvið betri umstøður at arbeiða undir.

- Og so haldi eg sjálvur, at danska løgmálaráðið átti at umhugsað at oyramerkt pengar til løgregluarbeiði við talgildum harðskapi, sum tykist vinda uppá seg, sigur Sjúrður Skaale.

Spurningarnir til løgmálaráðharran eru hesir:

Begrundelse:
Undertegnede spurgte i foråret justitsministeren om digitale krænkelser mod kvinder på Færøerne. Formålet var at få indblik i problemets omfang og et billede af, hvordan politiet efterforsker og bekæmper denne type af kriminalitet. Af ministerens svar fremgik, at det er svært at få et overblik af problemets omfang, da det færøske politi endnu ikke bruger sagsstyringssystemet POL-SAS. Systemet, som det færøske politi bruger, understøtter ikke obligatoriske søgenøgler, hvorfor en manuel gennemgang af sager er nødvendig for at kunne oplyse, hvor mange årlige politianmeldelser eller sigtelser vedrørende digitale krænkelser er rejst, eller hvor mange domme er faldet. Det fremgik desuden af svaret, at der ikke foreligger et brugbart sammenligningsgrundlag for Færøerne og Danmark for denne type af kriminalitet, da de færøske oplysninger ikke kan trækkes elektronisk. Derved foreligger en uvished om, hvorvidt problemets omfang er større eller mindre på Færøerne end i Danmark. I sit svar oplyste ministeren også, at der ikke er afsat særlige øremærkede midler indenfor politikredsene til bekæmpelse og opklaring af sager, der handler om digitale krænkelser.

Spørgsmål: 
Er ministeren enig i, at det ville være hensynsmæssigt at påskynde udrulningen af sagsstyringssystemet POL-SAS systemet for det færøske politi?  

Ville ministeren være sindet at tage konkrete skridt for at få udrulningen af POL-SAS systemet for det færøske politi at foregå hurtigere, såfremt der findes et ønske herom fra færøsk side? 

Er ministeren enig i, at en hurtigere udrulning af POL-SAS systemet ville understøtte det færøske politis muligheder at arbejde med sager omkring digitale krænkelser? 

Ville ministeren være sindet at tilføre yderligere midler, hvis disse kan påskynde udrulningen af sagsstyringssystemet POL-SAS for den færøske politikreds? 

Er ministeren enig i, at det er problematisk, at det ikke er muligt at sammenligne et problems omfang i hhv. Danmark og Færøerne, da politikredsen på Færøerne bruger et andet sagsstyringssystem? 

Er det ministerens opfattelse, at digitale krænkelser mod kvinder er en voksende type af kriminalitet? 

Vil ministeren overveje at øremærke midler til den færøske politikreds til bekæmpelse af digitale krænkelser mod kvinder, såfremt der findes et ønske herom fra færøsk side? 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo