Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinasta samgonga var í sínum fulla rætti við lóg at tryggja sær, at manningarnar ikki kundu trekkjast í hýru fyri kvoturnar, sum blivu keyptar á royndaruppboðssøluni  í 2016.

Tað hevur Eystari Landsrættur fyrr í vikuni gørt av, tá hann kolldømdi dómin, ið Føroya Rættur feldi í januar í fjør, og sum segði tað øvugta. Tað var Føroya Reiðarafelag, sum hevði stevnt Fiskimálaráðnum við kravi um ógilding av nevndu lógaráseting.

Føroya Reiðarafelag kann søkja um at fáa landsrættardómin royndan í Hægstarætti, og tí er sjálvandi ov tíðliga at erpa sær av einum sigri. Men ein sigur er tað, um dómurin sleppur at standa – ella enn betur, um hann verður staðfestur í Hægstarætti. Ein sigur fyri Føroya fólk, og ein sigur fyri fólkaræðið.

Ágangurin var øgilgur, tá undanfarna samgonga seint í 2015 arbeiddi við uppskotinum um royndaruppboðssølu av uppsjóvarkvotum og botnfiskakvotum í Barentshavinum. Samgongan ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn var nýggj, og royndaruppboðssølan var fyrsta ítøkiliga stigið at broyta eina djúpt órættvísa fiskivinnuskipan.

Gamla lógin um vinnuligan fiskiskap var tó enn galdandi – hon var uppsøgd at fara úr gildi 1. januar 2018 – og tí var neyðugt við serstakari lóggávu, um grundleggjandi broytingar skuldu gerast.

“Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016” er formliga heitið á lógini, ið sjálv bleiv eitt rættarmál. Umframt at áseta nøgdirnar av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum, sum skuldu seljast á uppboði, skuldi hon millum annað eisini tryggja, at manningarnar ikki skuldu noyðast at taka lut í gjaldinum fyri uppboðssølukvoturnar. Tí samgongan legði dent á, at talan var um gjald fyri rættindi, sum rættindahavararnir skuldu gjalda – og manningarnar høvdu onki ræði á nøkrum rættindum.

Við fáum undantøkum ynsktu hoyringspartarnir royndaruppboðssøluna og alt, sum hekk uppi í uppskotinum, har piparið grør, og tað var ræðandi at síggja veldugu ávirkanina, sum ein valdsmikil vinna við spentum vøddum og við einum heri av handgingnum monnum og kvinnum hevði á alt og øll.

Tað breyt í bæði borð undir allari tilgongdini at smíða lógina, og eftir framløguna av uppskotinum 15. desember 2015 og fyrstuviðgerðina tveir dagar seinni stóðu himmal og hav í einum roki. Sum teimum flestu kunnugt helt illveðrið sær samgonguskeiðið út.

Umframt allar tær ótespiligu avleiðingarnar, sum í allari almindiligheit fóru at standast av lógini, var hon eisini – ja, ólóglig! Tað søgdu í hvussu er Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Reiðarafelag, og ein stórur partur av tí føroyska advokatstandinum bakkaði dúgliga og harðmæltur upp – teir flestu umboðandi onkran av “raktu” aktørunum, tó at teir javnan í miðlunum blivu spjaldraðir sum løgfrøðiligir serfrøðingar, tá málið varð umrøtt har.

Ja, lógin var grundlógarbrot, bleiv sagt, tí hon gjørdi seg inn á ognarrættin, sum sambært § 73 í donsku Grundlógini er friðhalgaður. Og lógin var eisini brot á bæði Tann Evropeiska Mannarættindasáttmálan og ein av sáttmálunum hjá altjóða arbeiðarafelagsskapinum ILO (International Labour Organisation), tí hon gjørdi seg inn á frælsa samráðingarrættin og rættin at gera kollektivar sáttmálar. Reiðararnir tvíhildu nevniliga um eina gamla orðing, sum undir heilt øðrum umstøðum var komin inn í manningarsáttmálan í 1980, og sum segði, at manningarnar skuldu taka lut í gjaldi fyri kvotukeyp.

Tað bleiv hótt við báli og brandi, so tað kom ikki upp úr ongum, at eg undir fyrstuviðgerðini endaði mína framsøgurøðu fyri Tjóðveldi við hesum orðum:

“Tað er væl skiljandi, at aktørar ressast, tá teir tevja, at onkur kanska næskast ov gramliga at tí territoriinum, sum teir hava merkt sær og í áratíggjur hava hildið seg havt einkarrætt til.

Men tað KANN ikki vera rætt, at tað ikki ber til at stjórna hesum landinum og fyrisita millum annað fiskivinnuna uttan at skula risikera stór endurgjaldskrøv upp á skattaborgarans rokning.

Tað KANN ikki vera rætt, at tað ikki ber til at fyrisita hetta livandi tilfeingi vegna fólkið, sum sambært lóg eigur tað.

Eg góðtaki als ikki ta støðuna. Og eg góðtaki yvirhøvur heldur ikki tað, sum nú hendir, at partar av vinnuni taka kvørkratak um alla ta politisku skipanina við hóttanum um allar verðsins ólukkur, um vit ikki makka rætt.

At reaksjónin er so hysterisk í pørtum av vinnuni, sum tilfeldið er, tað er tíverri bert tekin um eitt – nevniliga at tað higartil altíð HEVUR borið til hjá valdsmiklum aktørum at diktera bæði politikk og fyrisiting, tá tað um fiskivinnuna ræður.”

Men tað skuldi bera til at fyrisita og lóggeva, hevur Eystari Landsrættur nú tíbetur staðfest.

Sum frá leið fánaði uppáhaldið hjá reiðarunum um, at tað var ognartøka og brot á Grundlógina yvirhøvur at taka ein lítlan part av uppsjóvarkvotunum og botnfiskakvotunum í Barentshavinum at selja á uppboðssølu.

Men eftir stóð uppáhaldið um, at ásetingin í §7, stk. 2 í uppboðssølulógini gjørdi seg inn á bæði Tann Evropeiska Mannarættindasáttmálan, ILO-sáttmála nr. 98 og grundlógartryggjaða ognarrættin. Ásetingin er soljóðandi:

“Gjaldið fyri kvotur, keyptar á uppboðssølu, kann ikki dragast frá søluvirðinum av veiðuni, tá hýrur verða gjørdar upp og goldnar manningini.”

Lógin bleiv samtykt, og sama orðing kom at standa í lógini fyri uppboðssøluna í 2017.

21. juni 2018 gjørdi Føroya Reiðarafelag so bart og stevndi Fiskimálaráðið fyri Føroya Rætt við kravi um, at ásetingin í §7, stk. 2 í fyrsta lagi bleiv ógildað, og um hon ikki bleiv tað, so í øðrum lagi, at Fiskimálaráðið viðurkendi, at ásetingin er ognartøka av rættindum hjá reiðaríunum, ið annars høvdu fiskað kvoturnar, og at hesi tí høvdu rætt til fult endurgjald.

Hálvt triðja ár tók tað Føroya Rætti at koma fram til ein dómsúrskurð, og eg má siga, at eg trúið ikki mínum egnu eygum, tá eg las hann í januar í fjør.

Føroya Rættur, sum hóast navnið er ein danskur rættur, gav reiðarunum viðhald í øllum og ógildaði eina føroyska lógaráseting, samtykt av Føroya Løgtingi. Og fram eftir fór tað at vera nærum ómøguligt at umsita og lóggeva um fiskivinnuna uttan vanda fyri at fáa risastór endurgjaldskrøv upp á nakkan, um dómurin í Føroya Rætti fór at standa við.

Tíbetur kærdi Fiskimálaráðið dómin fyri Landsrættin, sum er komin til eina heilt aðra niðurstøðu. Og eg dugi ikki at ímynda mær, at hon verður broytt í Hægstarætti, skuldi Føroya Reiðarafelag søkt um og fingið loyvi at roynt landsrættardómin har.

Fiskivinnupolitiska kósin hjá undanfarnu samgongu var røtt, og nú hava vit fingið dóm fyri, at vit eisini løgfrøðiliga hildu okkum innan fyri mark. Samgongan var skroypilig og innanhýsis seráhugamál gruggaðu og órógvaðu í ólukkumát alt arbeiðið og tilgongdina til eina fiskivinnunýskipan. Tað er onki at dylja. Hetta, saman við ógvusligu øsingini, ið bleiv íbirt longu í desember 2015 í sambandi við viðgerðina av lógini um royndaruppboðssølu, endaði við at forkoma øllum prosjektinum.

Men feski landsrættardómurin prógvar, at øll øsingin bygdi á lygn og latín.

Dómarnir í málinum kunnu lesast her:

Dómurin í Eystara Landsrætti.pdf

Dómurin í Føroya Rætti.pdf

Ingolf S. Olsen
varafólk á Løgtingi fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo