Trúgv teimum sum søkja sannleikan. Ivast í teimum, sum siga seg hava funnið hann
- Andre Gide

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: ÍSF og Parasport Føroya hava í løtuni vitjan av nevndini í grønlendska ítróttarsambandinum. Formaður í Grønlendska Ítróttasambandinum er Nuka Kleemann.

Tórshavnar kommuna var í hesum sambandi vertur fyri eini samkomu við døgurða leygarkvøldið.

Frá grønlendska ítróttasambandinum eru hesi: Nuka Kleemann, formaður, Bolethe Stenskov, næstforkvinna, og nevndarlimirnir Claus Nielsen og Frederik Lundblad, generalsekreterurin Jonas Jensen og heilsufakligi leiðarin Aviaaja Geisler.

Frá ÍSF/Parasport luttóku Elin H. Joensen, Magnus Tausen, John Kjær og Petur Elias Petersen. Vegna Tórshavnar kommunu møttu Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Simonsen, ráðgevi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo