Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Alt skúlaárið hava børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri verið sera upptikin av at veita tænastur, hava havt bæði sjúkrahús, barnagarð og ymsar handlar opnar. Eftir ársskiftið hava tey tó verið serliga áhugað í eini grein: Vælveru. Hvønn dag hava tey bjóðað vøddamýking, í stillum myrkum rúmi, meðan friðarligur og avslappandi tónleikur hevur stroymað úr hátalaranum.

Hetta tóku starvsfólkini til sín og skipað varð fyri vælverudøgum. Nógv hevur verið gjørt burturúr, og børnini hava hugnað sær óført. Rúm vóru myrkaløgd og prýdd við battarí-stearinljósum og avslappandi tónleikur koyrdur frá.

Í inngongdini sótu nøkur kassafólk og seldu atgongumerki til ymsu vælverutilboðini, og børnini rindaðu við sínum fínu gjaldskortum, sum tey høvdu gjørt dagarnar uppundir, við at koyra tey ígjøgnum ordiligar terminalar. Tey gingu høgt uppí at hava sítt persónliga loynital, og at eingin mátti síggja, tá tey trýstu hana inn.

Síðani settu tey seg fitt at bíða við einum drekkamunni, til teirra nummar varð rópt upp. Í sama rúmi vóru tveir fínir lenistólar settir upp við tveimum baljum við massagufunktión frammanfyri. Her bar til at fáa føturnar skrubbaðar og masseraðar og smurdar í krem og olju, meðan børnini sótu og slappaðu av við einari góðari bók.

Hinumegin varð spegl sett upp, hárlakk, gelé, hárbustir, kambar og elastikk sett fram – her fingu genturnar fínar flættur, og dreingirnir hanakamb. Eisini varð eitt langt borð sett upp og útgjørt við neglalakki, hondkremi og skálum við vatni og olju. Longri inni varð andlitsviðgerð bjóðað. Heimagjørd andlitsmaska og –skrubb varð nýtt at reinsa húðina, olja og krem at mýkja við.

Í einum rúmi var vøddamýking bjóðað, og nýggju massagubóltarnir sluppu sjálvsagt eisini uppí part. Uttanfyri vóru tríggir hitapottar, sum børnini stuttleikaðu sær í, meðan kavin dalaði kring tey.

Tá vikan var komin at enda, lat Café 44 upp fyri foreldrum, sum bjóðaði kaffi, frukt, grønmetisstengur og dipp. Ikki ber til at siga annað enn, at børnini á Argjahamri hugna sær óført í frítíðarskúlanum.

Fleiri myndir kunnu síggjast HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo