Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vørn: Nakrir av teimum ið hava loyvi at fiska hummara, hava sagt okkum, at onkur hevur gjørt seg inn á hummararúsurnar hjá teimum. Teir siga, at fleiri rúsur hjá í minsta lagi trimum rættindahavarum, eru drignar, tømdar og síðan settar aftur. Teir siga, at teir hava helst mist virði av fleiri hundrað hummarum.

Rúsur eru drignar og tømdar av óviðkomandi í fleiri støðum.

Hetta er  sjálvandi rættiliga óheppið og keðiligt.

Teir ið hava loyvi at fiska hummara, eru álagdir ávísar treytir, so sum rúsutal, merking av reiðskapi, økisáseting o.a. Teir hava eisini altíð upplýst fyri okkum, hvar rúsurnar hava staðið, um vit hava biðið um tað. Nú er sjálvandi eitt sindur torførari at upplýsa hvar rúsurnar eru, tí at onnur hava drigið tær og sett tær aftur á øðrum stað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo