
Mynd: KVF

Mynd: KVF
Norðlýsið skrivar: Seinastu mánaðirnar ella knapt hálvt annað árið hava vit veruliga sæð eitt ordans “boost” í fiskivinnuni. Eftir at hava havt ein niðurslitnan flota av gomlum stáli, sum ein siglandi tjóð ikki kann vísa fram fyri øðrum, kemur nýbygningur eftir nýbygning í flotan. Íløgur verða gjørdar fyri 10 siffur, og tað er ikki eiti á.
Men hvar eru teir sokallaðu nýggju aktørarnir í øllum hesum? Hví tala teir ikki at?
Sum tað ljóðaði á undanfarna landsstýri, so var politiska útlutanin av fiskirættindum til teir, sum høvdu upparbeitt sær søgulig rættindi ein forðing fyri nýskapan, nýmenning og nýhugsan í vinnulívinum. Hetta varð blandað saman við spurninginum um vinnan rindaði ov lítið í Landskassan.
Og harvið drap fiskivinnunýskipanin í roynd og veru seg sjálva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo