At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Eitt av gyltu jólagávu-vallyftunum hjá nógvum sum skulu til fólksins dóm í morgin er, at vit skulu øll arbeiða minni, men kortini fáa tað sama ella enntá meira í løn. Arbeiðsvikan skal styttast, ljóðar. Hetta er sjálvandi nakað, sum ein illa fær verið beinleiðis ímóti. Men samstundis ljóðar tað nærum ov gott til at vera sætt.  

Tí arbeiða føroyingar so nógv í mun til tey vit kappast við?

Neyvan!

Fyribils er so tann náttúrulóg galdandi, at onki kemur av ongum. Tá vit ikki eru til arbeiðis, skapa vit onki virði, og tí skal tað helst ikki koma okkum aftur í gráum kolskinni, um vit nú girða niður, enn meira enn vit longu hava gjørt, og meira enn okkara kappingarføri tolir.

Nú stunda jólini til, og hjá teimum flestu man tíðin frá jólum og fram til ársenda fara fyri mutur og skutur. Og sama er við øðrum høgtíðum og heiligdøgum, ikki minst tá tað fer at vára. Heiligdagar her og der sum fleiri av londunum, vit vanliga samanbera okkum við, langtsíðani hava avskaffað. Men ikki vit.

Fólk trívast ikki. Tey hava tað ikki gott sálarliga, er eitt av argumentunum fyri at stytta arbeiðsvikuna. Men um tað eru fíggjarligir trupulleikar, sum gera summi stressað, so man tað fara at vera ein stokkutur og í longdini óbetýðiligur uggi at stytta arbeiðsvikuna nakrar tímar eftir nøkrum árum.

Tá mundi tað munað meira at vaksið um gleðina við at fara til arbeiðis hvønn morgun. At kenna seg sum ein part av onkrum týdningarmiklum og virðisskapandi.

Og at skilja hví vit arbeiða.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo