Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Mítt tastatur

Frá Mitterrand til Macron: Politiskt givin lyfti og rokningin, sum næstu ættarlið skulu gjalda. Mynd gjørd við vitlíki.

Frá Mitterrand til Macron: Politiskt givin lyfti og rokningin, sum næstu ættarlið skulu gjalda. Mynd gjørd við vitlíki.

Frá Mitterrand til Macron: Politiskt givin lyfti og rokningin, sum næstu ættarlið skulu gjalda. Mynd gjørd við vitlíki.

Í Fraklandi fara fólk á gøturnar í vreiði um dýrtíð, skúlar og almennar tænastur, sum ikki liva upp til væntanirnar. Friðarlig mótmæli standa í skugganum av harðskapi og herverki. Handan ónøgdina liggur ein álvarsligur politiskur trupulleiki: Fólk vænta eina vælferð, sum politiska skipanin hevur trupult við at fíggja.

Tað eigur at fáa okkum í Føroyum at hugsa.

Her tosa vit um at stytta arbeiðsvikuna og at hækka pensjónsaldurin, sum hava elvt til kjak herheima. Kjakið eigur at snúgva seg um sama einfalda spurning: Hvussu nógv arbeiði og virðisskapan krevjast fyri at bera tað samfelagið, vit vilja hava?

Tá sosialisturin François Mitterrand kom til valdið í Fraklandi 1981, stytti hann arbeiðsvikuna við lóg, longdi frítíðina og pensjónsaldurin lækkaði nógv. Fraklendingar byrjaðu at fara frá við eftirløn, áðrenn teir vóru fyltir 60 ára. Men longu í 1983 mátti hann stramma búskaparpolitikkin. Viljin at býta út var størri enn búskapurin megnaði at lyfta.

Seinastu nógvu árini hava franskir politikarar brúkt tað mesta av orkuni uppá at royna at rudda upp eftir skaðan. Frankaríki hevur ikki havt yvirskot á fíggjarlógini í nærum 50 ár. Skuldin er nú so stórt, at ein stórur partur av tí sum kemur inn má brúkast til at gjalda rentur heldur enn vælferðartænastur.

Macron hevur roynt at hækka pensjónsaldurin, men fyribils eru tær ætlanirnar útsettar til 2028. Fraklendingar vilja ikki av við tað, sum tey kalla vunnin rættindi.

Ófriðurin hevur fleiri orsøkir. Alneyðugar tillagingar verða útsettar, meðan væntanirnar sleppa at vaksa. Tá rokningin loksins kemur, verður hon bæði tyngri at gjalda og torførari at forklára.

Í Føroyum hevur lyftið um 37 tíma arbeiðsviku fylt nógv. Í undanfarna samgonguskjalinum varð enntá lovað at fremja styttingina við lóg. Samstundis hevur Búskaparráðið mælt til hægri pensjónsaldur fyri at økja arbeiðsútboðið og bøta um haldførið. 

Tí mugu politikarar greiða frá, hvussu roknistykkið gongur upp, annars enda vit sum Frakland, sum eisini hevur trupulleikar av ótálmaðari migratión. 

Frakland vísir okkum, hvussu álitið kann vikna, og hvussu galið tað kann ganga, tá lyftini og veruleikin fara hvør sín veg. Føroyar eiga at taka við læru av tí, meðan vit enn hava møguleika at gera broytingarnar í góðari tíð.

Politiskt dirvi er at leggja valini og kostnaðin fram fyri fólkið og taka ábyrgd av avgerðini.

Rokningin hvørvur ikki av, at politikararnir hyggja burtur og flyta hana til næsta valskeið og komandi ættarlið.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #