Talvsambandið: Føroyska talvlandsliðið gjørdi gott hál í smálandakappingini suðuri á Jersey í dag. Vunnið varð bæði í morgun og í kvøld.
Móti Guernsey vunnu føroyingar á øllum fýra borðum. Kýprós gav okkum dyggari mótstøðu í kvøld. Tá komið var hálva leið, høvdu vit bara hálvt stig, men tíbetur vóru okkara menn á ovaru borðunum báðir við yvirlutan.
Vit vunnu tí 2½-1½ á Kýprós. Føroyar hava nú otað seg av fimta plássi fram á triðja plássið, men enn eru Andorra og Luksemburg fremri.
Í morgin telva Føroyar móti San Marino.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo