Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er betri at tendra eitt ljós enn at banna myrkrið
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Sara Benjaminsen kom á vøllin í seinni hálvleiki, og tá 77 minuttir vóru spældir legði hon Føroyar á odda 3-0 - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: A-landsliðið við kvinnum er í hesum døgum á venjingarlegu í Andorra, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni.

Tann fyrri varð spældur á middegi í dag, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 5-0 sigur til Føroyar. Í hálvleikinum vóru okkara kvinnur á odda við einum.

Jensa Tórolvsdóttir byrjaði málveitsluna í 21. minutti, og í seinna hálvleiki vóru tað Anna Brændstrup, Sara Benjaminsen og Kára Sigurðsson, ið skoraði tvey, sum stóða fyri málunum.

– Vit eru sjálvandi væl nøgd við dystin og úrslitið. Gott at síggja at vit megna at stýra dystargongdini, og fáa vant okkara spæl við bóltinum. Okkurt riggaði væl, okkurt annað minni væl, men soleiðis er altíð.

– Harafturat er tað gleðiligt at vit fáa brúkt allar 18 útileikararnar, harav fýra debutantar, í dag – og sjálvandi stuttligt at tveir av teimum eisini skjóta mál. Nú gleða vit okkum at arbeiða víðari fram ímóti komandi dysti, sigur venjarin, Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Seinni dysturin á venjingarleguni í Andorra verður mánadagin klokkan 17:00 lokala tíð, sum er klokkan 16:00 í Føroyum.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #