Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

WHO, ella Heimsheilsustovnurin undir ST, sigur seg ivast í, um Kina sigur sannleikan um veruligu støðuna í landinum viðvíkjandi koronasmittuni.

Tað er Michael Ryan, sum er vanlukkustjóri hjá WHO, sum sigur seg stúra fyri gongdini. Hann heldur, Kina hevur eina "smala" tulking av, nær eitt deyðsfall skyldast korona.

- Vit ivast í tølunum, bæði tá tað kemur til vanligar innleggingar á sjúkrahús, innleggingar á intensivdeildir og deyðsføll, sigur hann og leggur afturat, at WHO áhaldandi biður Kina um fleiri og meira álítandi tøl.

Kina hevur slakað nógv uppá avmarkingarnar, tí fólk vóru óð og mótmæltu. Men broytingin í politikkinum hevur fingið smittutalið at vaksa sera nógv.

Kinesiskir myndugleikar siga, at bara eini fimm fólk doyggja dagliga vegna korona. Men bæði tey sum skipa fyri jarðarferðum og sjúkrahús siga seg vera undir stórum trýsti, og altjóða heilsuserfrøðingar meta, at í ár kunnu eina millión fólk fara at doyggja av korona í Kina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo