Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Norskir miðlar boða í hesum døgum frá, at nú næstan eitt ár er liðið síðani Widerøe fór undir regluliga flúgving millum Bergen og Føroyar, verður farið upp á fimm túrar um vikuna. 

Í dag var fyrsti týsdagstúrur á skrá, og flogið verður nú mánadagar, týsdagar, mikudagar, fríggjadagar og sunnudagar. 

- Vit kunnu ikki annað enn gleðast um, at Widerøe, nú eitt lítið ár eftir byrjað var at flúgva millum londini, hevur meira enn tvífaldað vikuliga túratalið. Flogfelagið byrjaði jú við einans tveimum túrum um vikuna og eru nú uppi á fimm, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn, og heldur fram:

- Hetta seinasta árið hevur víst okkum, at vit við einum nýggjum felagi á marknaðinum fáa fatur í ferðafólkum, vit ikki hava sæð í sama mun fyrr, tí samansetingin av ferðafólkunum umborð hevur verið ein onnur enn tann, vit fyrr hava sæð. Størsti parturin av teimum ferðandi á leiðini eru norðmenn.

-  Vit síggja hetta sum ógvuliga kærkomið, bæði fyri Vága Floghavn og føroyska ferðavinnu sum heild, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn at enda.

Widerøe nýtir flogfør av slagnum Bombardier Dash 8 Q400 til flúgvingina og taka tey 78 ferðandi hvønn túrin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo