Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Sjónleikarin Will Smith angrar gerðir sínar til Oscar handanina herfyri so nógv, at hann nú heilt tekur seg úr akademinum og annars er til reiðar at taka ímóti síni revsing.

Tað sigur hann við miðilin Variety.

Will Smith gav vertinum, Chris Rock, ein syngjandi lúsing á pallinum, tí hesin gjørdi gjøldur við hárinum hjá konuni hjá Will Smith sum hevur eina sjaldsama sjúku sum ger, at hárið dettur av.

53 ára gamli Will Smith sigur seg angra handingina so inniliga og biður øll sum vóru til staðar um fyrigeving.

Oscar akademiið ger av, hvør verður tilnevndur at fáa Oscar heiðurslønirnar. Fólk í filmsvinnuni manna akademiið, sum fór undir eitt agamál ímóti Will Smith eftir hendingina og eisini hevur sagt, at tað kann koma uppá tal, at hann verður koyrdur frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo