Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Íverksetarahúsið: Íverksetarabólkurin Wull kappaðist í dag um danmarksmeistaraheitið í íverksetan við sínari verkætlan.

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at Wull fekk eitt flott annað pláss.

Í alt 24 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.

Wull hevur ment eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.

Sum grundgeving fyri 2. plássi, legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at Wull hevði megnað at gagnnýtt eina vøru, sum var ment úr teirra nærumhvørvið, og sum ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu.

Harumframt hevði Wull gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum skjótt kann verða brúkaranum í hendi.

Næmingarnir handan Wull eru: Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla. 

Lærararnir eru Súsanna Brekku og Jónleif Johannesen.

Vit ynskja Wull hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo