Yvir 12.000 fólk eru higartil staðfest umkomin í jarðskjálvtunum sum raktu Turkaland og Sýria, sambært tølum frá báðum londunum.
Í Turkalandi eru 9.057 staðfest deyð, upplýsur Recep Erdogan forseti, í Sýria 2992 funnin deyð vísa tøl í kvøld.
Fleiri túsund eru skadd, og eitt ókent tal liggja undir húsaleivdunum.
Heims heilsustovnurin (WHO) ber ótta fyri at talið av deyðum er nógv størri og metir at umleið 20.000 hava latið lív, skrivar NRK.
Death toll rises above 15,000 in Turkey, Syria quake pic.twitter.com/O6qn44pf0L
— AFP News Agency (@AFP) February 9, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo