Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar: Tað kom dátt við hjá teimum gott 40 sjúkrarøktarfrøðingunum, sum skuldu byrja ískoytisútbúgvingina í heyst, at fáa boðini um, at útbúgvingin ikki byrjar sum ætlað.

Teldupostur kom frá Setrinum bert fáar vikur áðrenn byrjan.

- Hetta kann als ikki góðtakast, sigur Óluva í Gong, forkvinna hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

- Meginparturin av hesum sjúkrarøktarfrøðingum hevur fyrireikað seg stóran part av árinum við at goyma feriu og avspáking ella sagt arbeiðsuppgávur frá sær, fyri at kunna fara undir lesnaðin. Hendan fyrireiking er ikki løtuverk, tí fleiri av sjúkrarøktarfrøðingunum starvast innan serøkir, har trupult er at finna skikkaðar avloysarar.

Í teldupostinum frá Setrinum, sum sjúkrarøktarfrøðingarnar hava fingið, stendur, at orsøkin er at finna í innanhýsis sparingum vegna trongu fíggjarstøðuni á Setrinum, og tí er undirvísingartoymið skert.

Ískoytisútbúgvingin er fyri onkrar av sjúkrarøktarfrøðingunum, ein treyt fyri at útbúgva seg víðari, eitt nú innan krabbameinsøkið og undrast Óluva í Gong stórliga á raðfestingarnar hjá Setrinum.

Hon vísir á, at Setrið júst hevur stovnað nýggjar útbúgvingar til onnur fakøki, samstundis sum sjúkrarøktarfrøðingarnar fáa teldupost um, at teirra útbúgving verður av ongum í ár.

Leggjast skal afturat, at sjúkrarøktarfrøðingarnar sjálvir gjalda kostnaðin fyri útbúgvingina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo