40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj vendi sær í dag til tann meiniga russaran eftir ógvusliga rakettálopið á Dnipro í Eysturukraina um vikuskiftið.

Zelenskyj heldur, at vanlig fólk í Russlandi áttu at vent sær ímóti stjórnini og fordømt yvirgangin, sum hon fremur. 

- Eg vil fegin siga til øll í Russlandi, og úr Russlandi, sum enn ikki hava fordømt hendan yvirgangin bara við fáum orðum, eisini sjálvt um tey vita og síggja alt...

- Tykkara dirvisloysi og tykkara "latið okkum bíða og vita, hvat hendir" fer bara at hava við sær, at teir somu yvirgangsmenninir ein dag fara at koma eftir tykkum, segði ukrainski forsetin. 

- Óndskapur sansar dirvisloysi, og óndskapur minnist tey, sum óttast hann, og sum royna at samráðast við hann. Og tá hann kemur eftir tykkum, fer eingin at verja tykkum, segði Zelenskyj víðari. 

Les meira: 29 deyð eftir russiskt rakettálop

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo