Forsetin í Ukraina Volodymyr Zelenskyj hálovaði í dag sínum landsmonnum fyri at hava yvirlivað tað hann kallar ein sera torføran vetur, merktur av russiskum álopum.
– Vit hava bast hesum vetrinum. Tað var ein sera torfør tíð sum merkti allar ukrainar. men vit megnaðu at geva Ukraina streym og hita, segði Zelenskyj í talu síni, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo