Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Grundstykkini á Middagsvarða vóru í morgun avhendað Sørvágs kommunu

- Og viðvíkjandi brúnni út í Hólm, hava vit skund, hon er í ringum standi. Umvæling er ein møguleiki, men niðurstøðan er, at tað er bíligari at gera eina nýggja brúgv, sigur samferðsluráðharrin

Lív sleipar ein uppsteðgaðan bát úr Koltri og til Havnar, og Sverri sleipar ein av Guttagrynnuni og til Sørvágs

Atlantic Airways hevur góðar vónir, hóast sølan hjá flogfelagnum er minkað niður í eina helvt síðani mars, tá korona tók seg upp, skrivar KVF

Eitt tiltak á skránni í ár á Vestanstevnu í Miðvági var at síggja teir gomlu grindabátarnar

Her eru myndir frá kappróðrinum á Vestanstevnu, sum var í Miðvági í dag

Vestanstevnan er nakað skerd í ár, tó eru ymisk áhugaverd tiltøk á skránni

Í morgin verður Vestanstevnan hildin í Miðvági og her er startrøðin hjá bátunum, sum fara at rógva

26. juli 2019 varð formlig avtala gjørd millum P/F Magn, Sørvágs kommunu, Elfelagið SEV og Heilsu- og innlendismálaráðið um oljuflutning til Mykinesar

Dreingirnir við Dúgvuni hjá Sørvágs Róðrarfelag hava longu vunnið FM-heitið í barnaróðri hóast Ólavsøkan er eftir at rógva

Ein lesari hevur sent myndir av granulati í 9 sekkjum sum standa millum tveir bygningar í Miðvági

Flogfarið hjá Atlantsflog, sum skuldi flúgva úr Billund til Føroyar í gjárkvøldið, fór ongan veg, tí ein fuglur kom í annan motorin

Vága kommuna og umboð fyri Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð hava undirskrivað sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna

Allan juli mánað sýnir Jón Eirikur Joensen úr Miðvági nøkur av sínum listarverkum fram

- Í hesi vandatíð ganga Vágar støðugt undan. Fyrst við Gásadalsgarði, síðan við Fiskastykkinum í Sandavági og nú við Pakkhúsinum í Bø

Vit ganga og renna úr Gásadali til Sandavágskirkju

Myndamaðurin Jógvan Helgi Hansen tók hesar litríku myndirnar klokkan 22.45 í gjárkvøldið

Í gjár undirskrivaði Dánjal Thomsen, formaður fyri bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard frá CJ Bygg, undir sáttmálan um høvuðsarbeiðstøkuna av seinasta partinum av umvælingini á Sýnini

- Vit høvdu ætlanir um flúgving úr Føroyum til 12 ferðamál í ár, men av koronaini er programmið avmarkað til fýra – Keypmannahavn, Billund, Aalborg og Reykjavík

Sambært heimasíðuni hjá Sørvágs kummunu, so skal ein bygdarfundur verða í heyst, "har vit saman við ráðgevum finna fram til eina felags visjón fyri húsið," sum tað stendur í tilmælinum

Í dag 1. juli tók Jóhan Hendrik Ellefsen við sum nýggjur kommunustjóri í Vága kommunu

Á samkomu í Bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, var ársins herðaklapp latið Thordis Skaalum í Sørvági fyri hennara stóra og mennandi arbeiði til frama fyri mentanarlívið í Sørvági, Vágoynni, og í landinum sum heild

Í Krígssavninum í Sørvági hongur eitt heilt serstakt flagg við einari serstakari søgu

Á býráðsfundi mánakvøldið 22. juni samtykti Vága kommuna at fara undir 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi

Canarian Weekly skrivaði í gjár, at nýtt flogfelag á Kanariuoyggjunum hevur keypt eitt flogfar frá Atlantic Airways

Sum VP skilur so er kaos á flogvøllinum, tí Dátueftirlitið hevur ikki enn givið sp/f Thetis góðkenningina at kanna ferðafólkini

Sýslumaðurin í Vága sýslu hevur steðgað arbeiðnum at gera eina gøtu í lundalandinum úti í Lamba í Mykinesi

Telt verður nú sett upp á Flogvøllinum í sambandi við at øll ferðafólkini sum koma hendavegin skulu testast. Tað verður frá leygardegnum 27. juni

Jósup liggur við róðurskaða

Higartil í ár hevur Jósup ført minni enn fjórðingin av ferðafólkunum sum vóru í fjør

Her eru fleiri myndir av nýggja flogfarinum, sum kom til Sørvágs í kvøld, har fleiri vóru og tóku ímóti flogfarinum. Flogfarið eitur Tita eftir listakvinnuni Titu Vinther

Nýggja Airbus 320 neo-flogfarið, sum Atlantic hevur langtíðarleigað, er nú komið. Flogfarið setti seg á flogvøllinum í Sørvági í allar fagrasta veðri

Fleiri skriva á Facebook at tað eru yvir 20 hitastig vesturi í Vágum

Í kvøld er norska farmaskipið Rotland á Sandavági og skiftur manning. Skipið er á veg til Íslands við fóðri

Gisli Hraunfjord er sannførdur um, at hetta hønuslagið kom til Føroya við víkingunum. Bæði egg og hønur smakka betur enn hini sløgini, sigur hann við Kringvarpið

Flogmýs gerast alt vanligari í Føroyum

Nógvi hitin í Vágum seinastu dagarnar gav eisini eitt sjáldsamt fyribrigdi á sandinum í Sørvági. Tað sær út sum sjórok, men tað er dampur frá sandinum

Tann árligi Countryfestivalurin átti at verið hetta vikluskiftið, høvdu vit ikki korona, og var tí ístaðin skipað fyri einum mini-festivali niðri á Stakka í Sørvági í gjárkvøldið í fínasta veðri

Í góðveðrinum í dag hava teir asfalterað á flogvøllinum í Sørvági

Tað er av allar fagrasta veðri vesturi í Vágum í dag

Myndamaðurin á VP tók hesar myndirnar í gjárkvøldið av vesturskininum heim gjøgnum Klovan í Vágum

Arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines er nú farið í gongd

Ein partur av grindini varð hildin til hóast alt - sørvingar kunnu fara at fáa sær grind

Ongin grind verður hildin til fyrr enn mánaðurin er úti, sigur sýslumaðurin

Í juni er tað 19 ára gamla Rebekka Egilstoft Hentze, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

Ferðafólkatalið á flogvøllinum minkar framvegis. Í mai vóru 91,9 prosent færri ferðafólk enn í mai í fjør, skrivar KVF

Uppsagnirnar hjá Atlantsflog og Vága Floghavn raka kommunurnar í Vágum meint. Borgarstjórarnir spyrja, hvar landsmydugleikarnir eru í hesari kreppustøðu

Tað er vøkstur í útboði og eftirspurningi av grundstykkjum í Vága kommunu

Ítøkiliga merkir hetta, at umleið 20 størv verða rakt, sigur stjórin

Í Vágum er nýtt samstarv fingið i lag millum Fiskastykkið í Sandavági og Vága Kajakk í Sørvági eftir hugskoti frá Michael Koba frá Visit Vágar