Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Seðlarnir koma út nú um eina løtu, eftir eitt lítið grindadráp sum var í Bø í morgun

- Tað kom dátt við hjá nógvum at hoyra at alifyritøkan Luna hevur fingið loyvi at ala vestantil á Vágoynni út fyri Víkum

Mikudagin fingu 22 starvsfólk prógv sum demenssamskipari. Tað eru Kommunusamstarvið og Heimatænastuni í Vágum, ið hava tikið stig til útbúgvingina

Tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum møtti fólki í góðveðrinum í morgun. Onkur hevði tveitt tríggjar posar við havhesta fjaðrum og rovum norð í grótbrotið í Sandavági

 

Mánakvøldið 4. september kl. 19.30 byrjar Vágakórið regluligu venjingarnar í gomlu skúlaauluni á Giljanesi

- Tað var nakað heilt serstakt yvir hesi gudstænastuni. Jú, hetta var ein øðrvísi uppliving, sigur havnarmaðurin Bergur Slættalíð, sum var saman við konu síni, Hildibjørt, hvørs pápi er ættaður úr einum av húsunum á Slættanesi

Vatnavegurin verður stongdur, frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina til flogvøllin í Sørvági, leygardagin 2. september í tíðarskeiðinum kl. 11:30 -13:00 í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton

Tá ið tølini fyriliggja fyri august er mangt sum bendur á, at Vága Floghavn hevur fleiri ferðafólk enn Aarhus Lufthavn – og harvið fær kallað seg fjórðstørsta floghavn í danska kongaríkinum

Jón Weihe, Tóki Joensen, Josenio Ranin Gorres og Thor Lorenzen, sum eru næmingar í Sørvágs skúla, skrivaðu 9. floks verkætlanina í vár um skúlaskipanina hjá okkum, samanborið við eitt nú ta finsku. Teir halda, at vit kunnu læra nógv av finnum

Í seinastuni hevur aftur verið alment kjak um, hvussu undirsjóvartunlarnir skulu umsitast og fíggjast, tá teir eru afturgoldnir. Ein bummgjaldsskipan er lutfalsliga dýr at reka, tá hon bert skal fíggja rakstur og viðlíkahald

Miðvágur er væl egnaður til ódnartøkini. Nógvir áskoðarar sóu róðrarnar

Partafelagið Luna søkti fyri tveimum árum síðani um loyvi at sleppa at ala í Víkum norðantil á Vágoynni. Nú er loyvi givið

Komandi sunnudag, 27.august, verður skipað fyri gongurtúri/ferð norð á Slættanes. Farið verður til gongu frá Oyrargjógv kl. 09.00 og gingið verður fram við bakkanum norð til bygdina

Í dag er helst fyrsti dagur at bátar eru farnir eftir havhesti. Fleiri bátar fóru avstað tíðliga í morgun

Seinkingar eru í flogferðsluni í dag, tí tekniskt brek er staðfest á einum flogfari hjá Atlantsflogi. Eftir viðlíkahaldið seint í gjárkvøldið varð staðfest, at ein pakningur var farin í nasahjólinum á flogfarinum, ið nevnist Elinborg, skrivar Kringvarpið

 

SEV hevur sett upp tvær løðistøðir á flogvøllinum, og nú ber til at løða fýra elbilar í senn á flogvøllinum

- Tímatalið er alt, alt ov lágt. Næmingarnir, sum ikki duga føroyskt, eru mín ringa samvitska hvønn dag, sigur Jón Eli Ole-Jacobsen, ið er lærari í Sørvágs skúla

Sunnudagin hin 3. september kl. 11.00 verður hátíðarguðstænasta í Sandavágs kirkju, har Jógvan Fríðriksson biskupur prædikar, og sóknarprestarnir Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð luttaka

Barið kom á Miðvág í morgun úr Danmark, har báturin hevur ligið eina tíð. Umvælingar skulu gerast á verkstaðnum hjá J. K. Joensen & Soni, áðrenn kósin verður sett móti Grønlandi at fiska

- Borgarstjórin í Klaksvík hevur sum formaður í Landsstýrismálanevndini blástemplað ætlanina hjá Henrik Old, og harvið hevur hann mist tað vald hann átti at havt at stríðst saman við vágafólki og norðoyingum!

Eftir 83 ár í útlegd hevur motorbáturin Heimdal aftur fingið heimstað í Miðvági. Tað er Áhugafelagið Heimdal, sum hevur tikið stig til at keypa motorbátin aftur til bygdina

 

Fólk, sum hava ráð at ferðast ofta við Atlantic Airways, fáa nú sersømdir til eitt nú ókeypis mat og drekka

- Fyri Føroyar er gott at undirsjóvartunlarnir eru komnir, so vit nú koyra heldur enn sigla. Politiska skipanin má fylgja við, so samfelagið fær fulla nyttu av tunlunum báðum. Tað kann ikki verða rætt at innføra økisappartheid í Føroyum

- Hvussu kann ein landsstýrismannanevnd koma til ta niðurstøðu, at útveganarkostnaðurin í P/f Vágatunlinum fevnir um ALLAN kostnaðin umframt viðlíkahald, nýgerð o.a.m.?

Nýggji frakt-scannarin avloysir gamla frakt-scannarin, sum er frá 2003. Tann gamli scannarin var 100*100cm; ímeðan tann nýggji scannarin er 145*180cm

- Tá ið tunnilin er útvegaður partvíst við láni og partvíst við partapeningi, er talan sostatt ikki bert um, at lánini skulu gjaldast aftur, men at allur kostnaðurin av at útvega tunnilin skal gjaldast aftur, áðrenn treytin í lógini er lokin

 

- Málið hjá svimjilærarunum er, at næmingarnir skulu duga at svimja longu á jólum fyrsta skúlaárið; hetta hepnast í allar flestu førum, sigur Jens Mortan Rasmussen, ið er ein av svimjilærarunum í Sørvágs skúla

Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at hava telefonfund við skandinaviska flogfelagið mánadagin

Útbyggingin av størsta parkeringsøkinum í landinum við flogvøllin í Sørvági, gongst væl

Fróði Poulsen hevur myndaframsýning á Sýnisglugganum hjá Betri í Miðvági

- Og vit fara at spara einar 15 minuttir hvønn vegin, sum so gevur ein hálvan tíma hvønn túrin, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum sær stórar fyrimunir við einum tunli sum kemur út í Vatnsoyrum, so tað slepst undan at koyra gjøgnum bygt øki við stórum treylarum

Øll vinnan í Vágum er ikki samd í, at tað ikki er ein fyrimunur við einum tunli sum kemur út í Vatnsoyrum ístaðin fyri at koyra gjøgnum bygdirnar, tí sigur borgarstjórin í Vága kommunu, at hon sipaði til handilsvinnuna í bygdunum

Borgarstjórin í Vága kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, heldur ikki at neyðugt er at gera ein tunnil sum kemur út í Vatnsoyrum. - Teir fimm minuttirnir sum spardir vera, eru dýrir, eisini fyri vinnuna í økinum

- Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast at grundarlagið verður tikið undan teimum fáu, sum rógva út vestanfyri, sigur Jørgen Niclasen

- Góði Henrik Old og politikarar allir: Farleiðin um Miðvág, Sandavág og Hálsin er ein stór skomm - latið nú P/F Vágatunnilin sleppa í gongd at gera tunnilin millum Vatnsoyrar og Fútaklett!

Seinnapartin kom bretski ráðharrin Michael Gove við Høgaberg á Miðvág, eftir at hava fundast umborð, fyrst við umboð fyri vinnuna og síðani við fiskiráðharran Høgna Hoydal

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í juli var yvir 50.000 juli 2017 fer í søguna sum tann einstaki mánaðin, sum hevur givið nógv flest ferðafólk til og frá Vága Floghavn. Í juli komu og fóru 51.765 umvegis flogvøllin

Soleiðis ber eisini til at halda frí

Um níggju tíðina í kvøld kom bretski ráðharrin Michael Gove til Sørvágs, og var millum annað føroyski fiskiráðharrin Høgni Hoydal og tók ímóti á flogvøllinum í Sørvági

Nýggja talgilda Súlubonusskipanin hjá Atlantic Airways er sera væl móttikin, og longu eru fleiri enn 14.000 limir í skipanini

OY-RCI, sum er Airbus A319 flogfarið, ið Atlantic Airways langtíðarleigar frá írsku fyritøkuni SMBC, verður verandi í flotanum hjá flogfelagnum

Umhvørvisstovan hevur matrikulerað grundstykkini við Stóraklett í Sandavági. Talan er um 11 grundstykkir, sum øll eru umbiðin

Síðstu vikurnar hevur grønlandska skipið Narluneq ligið á Miðvági. Smiðjan hjá J.K. Joensen í Miðvági hevur umbygt skipið til línu og garnaveiðu, samstundis sum nýggj fiskiútgerð er sett upp

Útimøti í Viðurbyrginum i Bø kl 16 sunnudagin. Vitjan úr KFUM & K úr Klaksvík, sum fara at syngja og tosa

Ungi sandavágsmaðurin Høgni Egilstoft Nielsen telvaði so væl í altjóða kappingini Faroes Open í Kollafirði, sum endaði nú um dagarnar, at hann ognaði sær ein sokallaðan IM-norm fyri avrikið

Tað er neyvan komið fyri fyrr, at átta fløgg hava bleiktrað í lotinum, tí fýra hús eru reist sama dag í Bø. Men í gjár hendi tað so

Flestu sperrurnar vóru komnar á summarhúsini í Bø seinnapartin í dag og á tí eina var flaggað. Tað hevur verið nakað nógvur vindur í dag og tað hevur møguliga darvað arbeiðinum

Nú er komið nakað áleiðis at summarhúsini í Bø, hjá smápartafelagnum Útsýnið, standa reist og innilokað. Her eru nakrar myndir frá í dag

Fýra tær fyrstu smátturnar hjá felagnum Útsýnið, verða reistar einarferð seinnapartin í morgin

Tað er bókin, Framtíðarvónir, sum David Johannesen, prestur, hevur skrivað