40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á Facebook-profilinum Danish Aviation Spotting er ein mynd løgd út av nýggja A320 flogfarinum hjá Atlantic. Sagt verður at flogfarið er júst komið av verksmiðjuni. Foto: Tobias Guda

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2017. Við ársbyrjan verður nettoskuldin góðar 63 mió. kr. Svarandi til 84% av eini álíkning

Tann 1. desember 2006 byrjaði flutningsfelagið EUR-Express í Sørvági sítt virksemi. Í tí sambandi hevur felagið gjørt ein sang sum kann hoyrast her

Talan er hesaferð um 28 ára gamla brasilska miðvallaran Thiago Pinto Borges, ið hevur leikt út við 40 dystir í superligani í Danmark við ávíkavist Esbjerg og FC Vestsjælland

- On December 4th, at 16:00 o’clock, everyone is invited to an International Family Christmas service in Sørvágs kirkja. The sermon and the hymns will be in English and the band Blátt Gras will perform some of their songs

Leygardagin 3. des. frá kl. 10.00 skipar Sørvágs Ítróttarfelag fyri einum SÍ degi í høllini í Sørvági, har tónleikur, loppumarknaður, sølustevna og tombola verður á skránni

Í samband við arbeiðið at útbyggja parkeringsøkið, verða nakrar fyribilsbroytingar av sjálvum parkeringsøkinum

Her eru nakrar jólamyndir tiknar í Sandavági, Miðvági og Sørvági

Kvinnurnar hjá Drátti og SÍ leiktu í dag, og vann Dráttur á- SÍ, 3 - 0. Settúrslitini vóru 25 - 18, 25 - 7 og 25 - 16

Á samkomu í 07Vestur húsinum í Sørvági í gjárkvøldið 25. november varð seinasta bókin um Sørvágs kommunu, “Sørvágs kommuna 1915 – 2015 fjórða bók”, løgd fram og givin út

Vágaskot skipar fyri Mikro-kapping í bogaskjóting í Miðvági í dag og í morgin. Bæði vaksin og børn luttaka. Her eru nakrar myndir

- Starvsfólk hjá kommununi hava í dag arbeitt við at staðfesta hvussu stórur skaðin er og herverkið er meldað til løgregluna. Mánadagin taka vit støðu til, hvat kann gerast aftur og/ella um fleiri ljósketur verða keyptar.

Í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja rundkoyring í Sandavági er neyðugt at víðka um verandi arbeiðsøkið frá komandi mánadegi 28. november 2016 at rokna, og so leingi arbeitt verður

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað 25. november 2016

Atløgusíða og bakkaverja skulu gera tað tryggari hjá ferðafólki, sum vitja í Mykinesi. Kostnaðurin er mettur til hálvaaðru milliónir krónur, skrivar Kringvarpið

- Í fjør vóru um 90 barnaverndarmál í Vágum, men hetta talið er nakað minni í ár, um 80 í ár, sigur leiðarin á barnaverndarøkinum í Vágum

Google-bilurin, sum avmyndar Føroyar, er nú í Vágum

- Kommunurnar í Vágum vilja hervið harðliga mótmæla, at ætlanin er at skerja løgregluna í Vágum. Heldur eigur at vera økt um styrkina her vesturi

Áðrenn Vágatunnilin kom vóru tað sjey løgreglumenn í Vágum, men frá 6. februar, tá ið nýggi reformurin verður settur í verk, verða tað bert tveir løgreglumenn í Vágum

Í sambandi við at Sandavágs Kirkja verður 100 ár komandi ár, eftirlýsa áhugaðar røddir myndir av kirkjuni undir bygging í 1916 og 1917 og árini eftir tað

Vága kommuna hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Via Trafik um at gera ferðslutrygdarætlanina og er tað arbeiðið byrjað

- Klokkan 10. minuttir í sjey, gekk spádómurin út. Tað rak í súpanarpottinum, kaldar øl stóðu á borðinum, gittarin var stemmaður, men bróstaviðurin var farin at sveitta, tí fólk stóðu sum seiður í nót inni í húsinum í Beitinum

Mikudagin 16. november kl 17.30 verður barna- og familjuguðstænasta í Bíggjar kirkju

Útlendskir miðlar hava mangan ferðafrásagnir úr Føroyum. Flestu hava tað í felag, at tann ið skrivar hevur havt góðar upplivingar her. Og ofta er okkurt, sum serliga verður tikið fram

Talan er ikki um eitt norðurlendskt flogfelag, sum nú hevur víst Føroyum áhuga og hevur ætlanir um at flúgva rutu hendavegin

Fyri veður lendi RC415 úr Edinburg ikki í kvøld 14 nov. Flogfarið fór til Bergen og fer haðani sum RC1415 í morgin, týsdagin 15. november, kl. 10:30. Tað væntast at lenda í Vágum kl 10:50

Í kvøld eru tríggir kommunustýrislimir á Lista A og ein á Lista B vorðnir samdir um at Aimé Jacobsen verður nýggi borgarstjórin í Sørvágs kommunu. Anna Sofía Nordendal verður varaborgarstjóri

Tann árliga november AB konsertin verður í ár í Marghøllini í Sørvágs Skúla komandi týskvøld, 15. november kl. 1930

Atlantic Airways og Visit Tórshavn hava gjørt avtalu um tyrluflúgving fyri ferðafólk. Talan er um eina royndarverkætlan fyribils galdandi til endan av 2017

Í tilfarinum sum SAS brúkar til at kunna um nýggju rutuna í mars 2017, verður sagt, at SAS fer at flúgva millum Keypmannahavn og Tórshavn, men Atlantic flýgur eisini til Tórshavn

TB-kapping í flogbólti fyri ungdómsdeildir var í gjár, har SÍ vann 4 gull og ÍF vann 1 gull. Í dag er kidsvolly

Fyri veður er RC459 í kvøld, 11. november, úr Keypmannahavn til Vágar, avlýstur

Man nøkur onnur bygd hava fostrað so nógv fólk, sum hava lagt so sjónskar slóðir eftir seg í føroyskari mentasøgu sum Miðvágur? Tað verður so javnan víst til avrikini hjá Svabo og Mikkjali og Rasmussi. Hesi avrikini, sum hava so varandi virði

Magda Guttesen hevur framsýning í november á Listavegginum hjá Eik í Miðvági

Samstarvsavtala er gjørd millum Nýggja listan og Borgaralistan. Eyðdis Hartman Niclasen verður borgarstjóri og Rósa Samuelsen verður varaborgarstjóri

Sum VP skilur eru tað fýra sum bjóða seg fram at gerast borgarstjóri í Vága kommunu. Listin hjá borgarstjóranum, Borgaralistin, verður ikki við í nýggju samgonguni sum er millum Trivnaðarlistan og Nýggja Listan

- Veljarar í Vága kommunu sótu og bíðaðu spentir eftir valúrslitinum, men tað kom ongantíð á skíggjan í valsendingini hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið

Aimé Jacobsen fekk flestar atkvøður á Lista A í Sørvágs kommunu, og tí fekk hon eisini í boði at gerast borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Men hon fer at boða frá hvat hon ger við tað tilboðið seinnapartin í dag, sigur hon við VP

Øllum tykkum 48 sum valdu meg til kommunuvalið í Vága kommunu, takkið eg hjartaliga

4. umfar í FM-kappingini í dart var í Miðvági 5. november. 28 menn og 7 kvinnur vóru við í kappingini

Fýra umboð eru til Nýggja listan, Lista V og fýra umboð til lista C í Vága kommunu, meðan listi B fekk trý umboð hesaferð. Rósa Samuelsen fekk flestar atkvøður

Listi A fekk 4 limir og Listi B fekk 3 limir á valinum í Sørvágs kommunu, og Aimé Jacobsen gjørdist toppskorari á Lista A við 61 atkvøðum. Nú eru 4 kvinnur og 3 menn kommunustýrislimir í Sørvágs kommunu

Tá eru atkvøðuirnar ikki taldar við í Mykinesi, men bara fyri Sørvág, Bø og Gásadal. Á seinasta kommunuvali høvdu 414 atkvøtt somu tíð, beint fyri klokkan 18

Íverksetarahúsið hevur fyrr í ár varpað ljós á nýggja møguleikan at stovna íverksetarafeløg í Føroyum við tiltøkum runt landið og nú gongur leiðin til Miðvágs. 9. november skipar Íverksetarahúsið fyri ókeypis tiltaki í Listastovuni í Miðvági

Onnur náttin á rað eru plakatir hjá lista C í Vága kommunu skræddar niður, og aðrar plakatir eru komnar at hanga í teirra stað

- Eitt samfelag er ímyndin av hvussu hond verður tikið um tey veikastu. Tey gomlu í Vágum skulu vera í góðum og tryggum hondum. Tað er sera týdningmikið at gott samstarv er við teirra avvarðandi

- Tá talan er um visiónir, er trupult at fáa hin listan upp á føtur. Men ongin fær skaða visiónum. Heldur ikki dulnevnd

- Um Vága kommuna skal halda áfram at vaksa, so mugu vit syrgja fyri, at vit altíð hava tøk grundstykkir í øllum 3 bygdunum. Afturat hesum skulu vit arbeiða hart fyri at fáa leigu- og lestraríbúðir í Vága kommunu

- Eg fari at heita á teg, at velja tryggleika og nýhugsan á kommunuvalinum i morgin

- Nú nærkast til borgararnir í Vága Kommunu, skulu velja 11 nýggjar býráðslimir, at stýra okkara kommunu tey komandi 4 árini. Vit á Nýgga Lista bjóða okkum fram, at vera við at stýra felagsskapinum Vága Kommuna