Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Framsýningar

Mentanargrunnurin: Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita 14 verkætlanum stuðul við einari samlaði stuðulsupphædd á 1,5 mió. kr. 

Hesa ferð komu 36 umsóknir inn, og søkt varð um 5,4 mió. kr. tilsamans.

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm, animatiónsfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025. 

Til at meta um umsóknir og gera tilmæli til nevndina, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar, eftir tilmæli frá faknevndini fyri film. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

Til stuðulsumfarið Film III. 2026 er avgjørt at veita hesum 14 filmsverkætlanunum stuðul: 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #