Fell ikki í fátt! Við Copilot kanst tú upp á 1-2-3 fáa yvirlit yvir alt samskiftið.
Soleiðis gert tú:
Lat teldupostin upp.
-
Trýst á Copilot ovast í høgra horni.
-
Ein síðubreddi letur upp.
-
Skriva: "Ger mær ein samandrátt av hesum samskiftinum."
VOILÁ! 1-2-3 so hevur tú ein samandrátt av øllum samskiftinum og sleppur undan at lesa allar teldupostarnar, ein fyri og annan eftir.
Og ja, tú kanst skriva á føroyskum 🤩
Bonus-ráð!
Samandrátturin kann eisini gerast enn styttri. Royn t.d. at skriva:
"Gev mær tey 5 mest týdningarmiklu punktini úr hesum samskiftinum” eftir somu vegleiðing sum omanfyri.
Fá fleiri góð ráð á Skrivstovudegnum 22. oktober 2026 kl. 13 - 16
Kanska ert tú ikki ordiliga komin í gongd við Copilot enn? Ella brúkar tú tað bara av og á? Á Skrivstovudegnum 2026 fer Tóri Slættalíð at greiða frá, hvussu tú kanst nýta Copilot til at gera arbeiðsdagin lættari. Hetta er bara eitt av fleiri spennandi evnum á skránni, tá vit hittast til ein seinnapart við nýggjari vitan, íblástri og góðum upplivingum.
Skrivstovudagurin er fyri øll, sum arbeiða á skrivstovu so ella so. Bæði alment og privat.
Enn ber til at tekna seg – men bíða ikki ov leingi, tí 75% av plássunum eru longu farin!
Les meira og tekna teg til Skrivstovudagin 2026
Tú kanst eisini senda teldupost til synergi(at)synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



