Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 eru 1,5 mió. kr. raðfestar til krabbameinsátøk. Arbeitt verður við at byggja víðari á átøk, sum longu eru sett í verk, og at fara undir nýggj átøk.
Í løtuni verður ein royndarverkætlan um at skima (screena) fyri tarmkrabba fyrireikað. Ætlanin er at fara undir royndarverkætlanina fyrsta ársfjórðing 2027. Endamálið er at fáa vitan um, hvussu eitt tilboð um at skima fyri tarmkrabba kann skipast í Føroyum.
Arbeitt verður eisini við at raðfesta onnur krabbameinsátøk innan játtanina. Seinni í heyst, væntandi í oktober, verður støða verður tikin til, hvørji átøk verða raðfest.
Við støði í Krabbameinsætlanini fyri Føroyar frá 2022 varð Krabbameinsráðið sett. Ráðið skal millum annað ráðgeva landsstýrisfólkinum um, hvussu tilmælini í Krabbameinsætlanini skulu raðfestast og setast i verk.
Krabbameinsráðið hevur m.a. mælt til at styrkja palliatiónina, skipa eina útgreiningareind og at fara undir landsfevnandi skiming fyri tarmkrabba. Heilsu- og orkumálaráðið hevur saman við Sjúkrahúsverkinum arbeitt við at seta hesi tilmæli í verk.
- Vit byggja víðari á arbeiðið, sum longu er farið í gongd, og halda fram við at seta tilmælini í Krabbameinsætlanini í verk. Nú arbeiða vit við næstu raðfestingunum fyri 2027, sigurEyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



