Illur barcelonabúgvi skjýtur við vatnbyrsu ímóti ferðafólki.
Illur barcelonabúgvi skjýtur við vatnbyrsu ímóti ferðafólki.
Sámal Sunnudag: Í morgin gongur leiðin til Barcelona. Eg havi verið har nakrar ferðir áður, men hesaferð verður farið við einum miðnámsflokki, og tað var ikki torført at seta eitt sera áhugavert programm saman, tí Barcelona hevur so nógv at bjóða, at tú ikki kanst annað enn verað imponeraður, um tú vitjar býin fyrstu ferð.
Stórir partar av Barcelona eru sum at ganga í einum listarverki við alskyns arkitektoniskum hæddarpunktum, og harumframt er býurin av sonnum ein kulinariskur høvuðsstaður.
Men har er ein slanga í paradísi, og tað eru vit sjálvi, ið ferðast til býin. Hóast matmentanin í Barcelona er tiltikin, eru bæði matstovur, handlar og marknaðir nú tilbúnir at tæna ferðafólkum, heldur enn fastbúgvandi. Tað merkir, at autenciteturin hvørvir og alsamt størri partur av býnum umskapast til “ferðafólkafellur” (tourist traps) eyðkend av høgum prísum, tinganestum, grab’n’go-búðum, ferðabólkum og øðrum, ið eyðkennir ferðavinnuna. Dømi um hetta er “Mercat de la Boqueria” beint við rambluna, ið hevur mist sambandið við lokalu íbúgvarnar og í staðin er eyðkent av globalum streymum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



