20 ára gamla Nathalia Gadelha Filgueiras var annar flogskiparin í Learjet 60-flogfarinum, sum datt niður í Florida í gjár. Tað hevur familjan váttað fyri New York Post.
Øll níggju umborð lótu lív. Flogfarið var á veg úr Austin í Texas til Bahamas, tá vanlukkan hendi í Palm Beach County.
Nathalia fekk loyvi at flúgva privatflogfør longu sum 17 ára gomul, áðrenn hon hevði koyrikort.
Amerikanski havarímyndugleikin NTSB kannar vanlukkuna. Orsøkin er enn ikki staðfest.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



