SámalSunnudag: Beinagrindin hongur í glugganum, ein flogmús hongur í hurðini, ein kertuskøltur stendur í gluggakarminum… á trappuni stendur ein lanterna og lýsir í myrkrinum. Einki skorið grasker hesaferð, tó... Skrivi hesar linjur á halgidegnum “Halloween”. Halloween, spyrja summi, er tað ikki bara fjant og fjas? Hvussu er slíkur devulsskapur á nakran hátt heilagur?
Sá ein dana brokka seg, um at Halloween minti seg um Donald Trump - kanska hugsaði hon um appilsingulu graskersandlitini? (Í USA eru fólk, ið skera sonevnd "trumpkins" - trump-pumpkins).
Ein viðmerkjari segði soleiðis: "Endnu en lejlighed til at sælge plastic-lortepynt og æde dårligt slik." Ikki heilt ósamdur. Í 2022 skrivaði eg lesarabrævið “Burðardygg Halloween”, har eg eftirlýsti eina minni handisgjørda høgtíð.
Ímeðan handilsligi parturin av hesum halgidegi hevur vunnið hevd, hevur andaligi parturin ikki fingið tað pláss, hann átti at havt. Halloween merkir Alrahalganaaftan; kvøldið áðrenn Alrahalgannadag. Halloween kann tí beinleiðis samanberast við Jólaaftan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



