Svar upp á fyrispurning nr. 52-137/2025 eftir § 52 a í tingskipanini um striking av allari mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum, frá Sámali Peturi í Grund, løgtingsmanni.
Spurningar:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at leggja fram lógaruppskot, sum strikar alla mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum – soleiðis at tað altíð loysir seg at arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur?
2. Um ja: nær væntar landsstýriskvinnan, at Løgtingið fær eitt slíkt uppskot til viðgerðar?
3. Um nei: hvørjar eru høvuðsorsøkirnar til, at landsstýriskvinnan ikki vil strika mótrokningina, hóast tað er staðfest, at arbeiðandi pensjónistar eru ein virðismikil arbeiðsmegi og eitt týðandi íkast til samfelagið?
4. Hevur landsstýriskvinnan gjørt nakrar metingar av, hvussu nógv fleiri pensjónistar væntast at arbeiða, um mótrokningin verður tikin burtur, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar hetta hevði havt fyri landskassan – bæði í brutto kostnaði og netto virknaði?
5. Hevur landsstýriskvinnan kannað royndirnar í øðrum londum, eitt nú Danmark, har mótrokning av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum er tikin av, og hvørjar niðurstøður eru gjørdar um arbeiðsvirkni, heilsu og trivnað hjá eldri borgarum?
Svar:
Í viðmerkingunum til spurningin verður sagt, at mótrokningin í pensjón ger tað minni lokkandi hjá eldri borgarum at arbeiða. Spyrjarin spyr í viðmerkingunum eisini, um tað ikki altíð skal løna seg at arbeiða, eisini eftir pensjónsaldur.
Landsstýriskvinnan er samd við spyrjaranum, at tað altíð skal løna seg at arbeiða – eisini hjá fólkapensjónistum. Eitt virkið lív fremur heilsu og trivnað hjá teimum eldru, eins og tað er gott fyri arbeiðsmarknaðin og búskapin. Fleiri broytingar í pensjónsskipanini seinnu árini ger, at tað altíð lønar seg at arbeiða hjá pensjónistum, ið eru føddir aftaná 1952, og landsstýriskvinnan er sostatt ikki samd í fortreytunum fyri spurningin, at tað ikki lønar seg at arbeiða sum pensjónistur. Tvørturímóti vísa útrokningar, at arbeiðandi pensjónistar hava sera høga tøka inntøku samanborið bæði við pensjónistar, sum ikki arbeiða, og samanborið við løntakarar undir pensjónsaldri.
Mótrokningarprosentið er lækkað niður til 20, sum hevur við sær, at sjálvt tey við rættiliga høgum arbeiðsinntøkum, fáa fólkapensjón. Arbeiðsinntøka ávirkar ikki útgjald frá Samhaldsfasta, eins og fólkapensjónistar hava serligar skattafyrimunir. Trupulleikin í gomlu pensjónsskipanini við at brennistuðul dettur burtur í einum, tá inntøkan fer upp um eitt mark, er burtur fyri tey, sum eru fødd aftaná 1952. Harnæst er sett í verk ein skipan við útsettari pensjón, har pensjónistar spara upp til eina hægri pensjón seinni, og harvið í prinsippinum sleppa undan mótrokning.
At føroyskir pensjónistar arbeiða munandi meira enn pensjónistar í øðrum londum bendir á sterka motivasjón at arbeiða. Dømini í talvuni niðanfyri vísir munin millum at arbeiða og ikki arbeiða.
##med2##
Viðmerking: Dømini eru fyri stakan pensjónist, sum ikki fær útgoldið lívrentu ella lutapensjón. Skattaútrokningin er roknað við støði í miðal kommunuskattaprosenti. 14.190 kr.
Samstundis sum pensjónin verður mótroknað, so fær arbeiðandi pensjónisturin sáttmálaásetta eftirlønargjaldið útgoldið sum løn, samstundis sum hann sleppur undan arbeiðsmarknaðar gjøldum. Hjá pensjónisti, sum t.d. hevur arbeiðsinntøku uppá 100.000 kr., lækkar fólkapensjónin við 635 kr. um mánaðin. Men eftirlønargjaldið, sum í minsta lagi er 1.000 kr., verður útgoldið sum løn.
Eitt, sum føroyskir pensjónistar uppliva sum eina forðing í sambandi við arbeiði, er árliga eftirrokningin. Føroyska pensjónsskipanin hevur higartil verið soleiðis skipað, at einaferð um árið verður eftirkannað, um pensjónisturin hevur fingið tað pensjón, sum hann hevur rætt til, og í tí sambandi er tað nógvir pensjónistar, sum skulu gjalda ov nógv útgoldna pensjón aftur.
Men frá 1. januar 2027, verður skipanin munandi meira smidlig, tí pensjónsútgjaldið fer at verða regulerað hvønn mánað samsvarandi inntøkugrundarlagnum hjá pensjónistinum (løgtingslóg nr. 212 frá 15. desember 2025).
Landsstýriskvinnan heldur ikki, at tað er ein vanvirðing av føroyskum pensjónistum, sum arbeiða, at tey við sera høgum inntøkum ikki fáa fólkapensjón. Tað er ikki vanligt í øðrum londum, at pensjónistar við høgum inntøkum fáa sosiala pensjón. Danmark er eitt av heilt fáum undantøkum.
Til spurning 1
Tað lønar seg longu í dag altíð hjá pensjónistum, føddir aftaná 1952, at arbeiða. Og tað eru eisini sera nógvir pensjónistar, sum arbeiða. Harumframt skal havast í huga, at frá 1. januar 2027 verður skipanin eisini meira smidlig, tí pensjónistar fara ikki at fáa eykarokningar frá Almannaverkinum, tá tey hava arbeitt meira enn væntað.
Niðanfyri vísir landsstýriskvinnan á, at hon metir, at samlað sæð verður talan um eina lutfalsliga stóra útreiðslu fyri landskassan við avmarkaðum vinningi fyri samlaða búskapin.
Ein avtøka av mótrokningini hevði serliga gagnað teimum pensjónistum, sum longu hava høgar inntøkur. Pensjónistar uttan arbeiðsinntøku ella við lágari arbeiðsinntøku høvdu fingið lítlan ella ongan fíggjarligan ágóða, og tí hevur landsstýriskvinnan ikki ætlanir um at strika mótrokning av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjónistum.
Landsstýriskvinnan hevur í hyggju at endurskoða skipanina við mótrokning. Hetta verður gjørt í sambandi við arbeiðið at fremja samgonguskjalið, har bæði arbeiðsmarknaðarlig, búskaparlig og sosial atlit verða tikin við í metingina.
Til spurning 2
Sí svar til spurning nr. 1.
Til spurning 3
At arbeiðandi pensjónistar geva eitt týðandi íkast til samfelagið og hava ein stóran týdning fyri nógv arbeiðspláss, eru vit øll samd um, og tí hevur tað alstóran týdning, at vit eggja pensjónistum framhaldandi at vera arbeiðsvirkin.
Spurningurin er, hvussu nógv pensjónistar fara at arbeiða meira, um mótrokningin verður strikað, tí føroyskir pensjónistar arbeiða nógv og munandi meira enn sínir javnaldrar í øðrum londum.
Umleið 1/3 av øllum, sum røkka fólkapensjónsaldri, velja at útseta pensjónsútgjaldið. Hesi væntast ikki at fara at arbeiða enn meir, um mótrokningin verður strikað. Av teimum, sum ikki útseta pensjónina, eru nógv, sum eisini hava arbeiðsinntøkur. Harumframt skal havast í huga, at vanliga eru tað umleið 25-30 % av teimum, sum røkka pensjónsaldri, ið hava varandi skert arbeiðsføri, og sum ikki væntast at fara at arbeiða meira, um mótrokningin verður strikað.
Jú hægri arbeiðsluttøkan er frammanundan, tess minni er vanliga marginali virknaðurin av fíggjarligum broytingum. Føroyar hava longu eina arbeiðsluttøku millum eldri, sum liggur nógv omanfyri grannalondini. Við tí høga arbeiðsvirkni, sum longu er millum føroyskar pensjónistar, metir landsstýriskvinnan ikki, at ein møgulig øking í arbeiðsútboðnum fer at verða so stór, at hon fíggjar tær almennu meirútreiðslurnar, sum standast av at strika mótrokningina.
Vit hoyra javnan í almenna kjakinum, at pensjónistar verða revsaðir og knokkroyttir, tá teir fara til arbeiðis. Soleiðis var tað í ávísum førum fyri nøkrum árum síðani, og einstakir pensjónistar, sum hoyra til gomlu pensjónsskipanina kunnu enn uppliva óhepna støðu, tá brennistuðulin dettur burtur. Men veruleikin í dag er, at pensjónistar, sum arbeiða, hava sera góðar fíggjarligar umstøður samanborið við pensjónistar, sum ikki arbeiða og samanborið við løntakarar, sum ikki eru pensjónistar. Hetta er ein boðskapur, sum ikki í nóg stóran mun verður varpað ljós á. Tað frættist um pensjónistar, sum halda seg aftur at arbeiða, tí tey eru bangin um fáa krav um afturgjald av pensjón.
Ein stakur pensjónistur uttan aðra inntøku enn fólkapensjón og útgjald frá Samhaldsfasta hevur 14.190 kr. eftir, tá skattur og tvungin gjøld eru frádrigin. Ein 68 ára gamal heilsurøktari, sum arbeiðir hálva tíð, hevur umleið 24.000 kr. eftir, aftaná skatt og gjøld, meðan ein 68 ára gamal lærari, sum arbeiðir fulla tíð, hevur umleið 35.000 kr. aftaná skatt og gjøld. Í hesum upphæddunum er ein møgulig eginuppspard eftirløn ikki íroknað.
Pensjónistar við hægstu arbeiðsinntøkunum fara at fáa mest burturúr eini møguligari broyting – heilt upp til 122.556 kr. um árið. Í 2025 vóru 30-40 fólkapensjónistar í Føroyum, ið høvdu arbeiðsinntøku omanfyri milliónina.
Til spurning 4
Í størru grannalondunum er vanligt at brúka samansettar myndlar, sum rokna arbeiðsútboð í sambandi við broytingar í t.d. skatti og almannaveitingum. Vit hava í Føroyum ikki hesi amboð at brúka sum grundarlag.
Almanna- og bústaðamálaráðið metir tó, at samlað sæð verður talan um eina útreiðslu fyri landskassan. Men fyrivarni skal tó takast fyri, at tað ber ikki til at siga, hvussu ein broyting fer at ávirka arbeiðsvirkni hjá teimum eldru.
Almanna- og bústaðamálaráðið hevur við støði í hagtølum um inntøkur hjá pensjónistum frá 2024 mett, at útreiðslur til fólkapensjón høvdu hækkað við umleið 40-45 mió. kr., um mótrokning í sambandi við arbeiðsinntøkur verður strikað. Aftrat hesum koma sannlíkt útreiðslur til persónar við útsettari pensjón. Tað eru umleið 560 persónar, sum ikki fáa fólkapensjón, tí pensjónsgjaldið er útsett. Tað kann væntast, at flestu av hesum fara at fáa fulla pensjón beinanvegin. Full pensjón til allar hesar 560 persónarnar svarar til knappliga 58 mió. kr.
Ein persónur, sum útsetir pensjónina, sparir upp til eina sonevnda bíðiviðbót, ið verður útgoldin seinni, og tí er her ikki talan um nýggjar útreiðslur, men heldur um framskundaðar útreiðslur.
Tað skal tó undirstrikast, at metingin omanfyri er við óbroyttum arbeiðsvirkni. Fara pensjónistar at arbeiða meira, so hækka skattainntøkurnar hjá landi og kommunum, eins og økt arbeiðsútboð er gott fyri vinnulívið og búskapin.
Tað kann hugsast, at nakrir pensjónistar fara at arbeiða meira, men mett verður, at virknaðurin verður avmarkaður, tí føroyskir pensjónistar longu í dag arbeiða serliga nógv samanborið sínar javnaldrar í øðrum londum. Í 2025 vóru 38% av øllum 69 ára gomlum, sum høvdu ársinntøku frá arbeiði, omanfyri 100 tús. kr. Umleið 25 til 30 % av hvørjum árgangi eru farin av arbeiðsmarknaðinum vegna óarbeiðsføri, áðrenn pensjónsaldurin er rokkin.
Tað er eisini hugsandi, at nøkur fara at raðfesta frítíð, tá fíggjarligu umstøðurnar betrast. Tað eru nakrir vanligir fakbólkar, sum hava sáttmálaásetta endaløn uppá 41-42.000 kr. um mánaðin, svarandi til 24-25.000 kr. aftaná skatt og gjøld. Um hesi halda fram at arbeiða sum vanligt, tá tey røkka pensjónsaldri, og um mótrokningin av arbeiðsløn verður strikað, hækkar mánaðarliga útgjaldið (alt íroknað) til 40-42.000 kr. um mánaðin aftaná skatt og gjøld pluss møguliga eginuppsparda eftirløn.
Til spurning 5
Tað er týdningarmikið at hava í huga, at tey lond, sum hava avtikið mótrokningina, høvdu munandi lægri arbeiðsluttøku millum eldri enn Føroyar. Tískil kann ikki uttan víðari leggjast til grund, at sama broyting hevði havt sama virknað í Føroyum.
Í norðurlondum er tað bara í Norra og Danmark, har arbeiðsinntøka ikki ávirkar pensjón frá tí almenna.
Í Danmark varð mótrokning í sambandi við arbeiðsløn strikað í 2023. Tað hevur verið víst á, at talið av eldri á arbeiðsmarknaðinum í Danmark er munandi hækkað aftaná broytingina, og hækkingin hevur eisini verið hægri enn væntað. Hetta ber ikki til at flyta yvir til føroysk viðurskifti, tí útgangsstøðið í Danmark var munandi lægri. Í Danmark eru í dag 23% av teimum 65-74 ára gomlu í arbeiði. Í Føroyum er talið 48 %.
Í Danmark vóru 20% av 69 ára gomlum í arbeiði í 2025. Í Føroyum er hetta talið 62%. Her skal tó nevnast, at í hesi tølini eru øll roknað við – eisini tey, sum arbeiða einstakar tímar. Í Føroyum vóru tað 38% av øllum 69 ára gomlum, sum í 2025 høvdu arbeiðsinntøku hægri enn 100.000 kr. Hetta talið er ikki tøkt fyri Danmark, men sannlíkt er talið væl lægri enn 20%.
Hóast mótrokningin í sambandi við arbeiði er strikað í Danmark, eru munandi færri danskir pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum samanborið við Føroyar.
Norska pensjónsskipanin byggir á aðrar meginreglur við fleksiblum pensjónsaldri, eins og skipanin er meira tryggingargrundað enn føroyska og danska skipanin, og fyrivarni skal tí takast fyri samanberingum. Árini 2008-2010 varð mótrokning í sambandi við arbeiðsløn stigvíst strikað hjá teimum, sum vóru 67 ár ella eldri. Árini 2008-2013 vaks vikuliga arbeiðstímatalið hjá aldursbólkinum 67-70 ár, sum vóru arbeiðsvirkin, við 10 %. Í dag eru umleið 15% av fólkinum í Norra í aldrinum 67-74 arbeiðsvirkin. Hetta er ein viðfáningur samanborið við Føroyar.
Tað eru bert einstøk onnur lond, sum hava universella pensjónsskipan, sum kann samanberast við føroysku- og donsku pensjónsskipanina. Sum Almanna- og bústaðamálaráðið hevur skilt, er tað bara í Niðurlondum og Nýsælandi, sum hava universellar aldurspensjónir, sum ikki verða ávirkaðar av arbeiðsinntøku. Men í hesum londum hevur hetta verið galdandi í ávikavist 50 og 70 ár, og tí ber ikki til at samanbera tíðina áðrenn og aftaná, at mótrokning er strikað.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 1. juli 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



