Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur
Størv

Hevur tú áhuga í at starvast í tænastuvinnuni, har tú ert við til at seta dám á upplivingina hjá gestum úr øllum heiminum?

Nú hevur tú møguleikan at gerast partur av okkara dugnaliga toymi, har tú sleppur at læra og mennast í einum altjóða, fjølbroyttum og hugnaligum umhvørvi. Vit bjóða tær eitt lærupláss við góðum og ágrýtnum starvsfeløgum, sum fara at geva tær góða upplæring og nógvan lærdóm við á starvsleiðini.  

Vit bjóða

  • Eitt arbeiðspláss, har vit leggja dent á trivnað, góðsku og professjonalismu

  • Læru um tænastu á høgum altjóða støði

  • Eitt gott og gevandi lærlingaumhvørvi

  • Lærupláss á einum Green Key góðkendum hotelli

Vit vænta, at tú

  • Ert fyrikomandi, álítandi og tænastusinnað/ur

  • Trívist í einum lívligum umhvørvi, har tú hittir fólk úr øllum heiminum

  • Hugsar í loysnum, tekur ábyrgd og hevur gott yvirlit

  • Dugir at samskifta á enskum og norðurlendskum máli

Umsóknarfreist og setanartreytir
Starvsbyrjan er 31. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Freistin at søkja er 2. august 2026.

Løn og setanartreytir eru eftir galdandi sáttmála á økinum.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við móttøkuleiðaran Jónu Venned Fossádal á tlf. 239272.  

Tú kanst lesa meira um útbúgvingina HER.

Ljóðar hetta spennandi? Kom við í okkara toymi! Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #