Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing
Tiltøk

Reyði Krossur Føroya: Leygarkvøldið 31. oktober varð stóra Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagsskapinum.

3,9 milliónir krónur vórðu savnaðar inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi.

Reyði Krossur Føroya fegnast almikið um úrslitið og tann stóra stuðulin, sum einstaklingar, fyritøkur og feløg kring landið hava víst. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, er sera takksamur fyri undirtøkuna og sær hana sum eina staðfesting av, at Reyði Krossur hevur sterkar røtur í føroyska samfelagnum.

Talan var um eina fjølbroytta og spennandi sending við góðum tónleiki, áhugaverdum samrøðum og rørandi filmsinnsløgum, sum góvu innlit í tað fjølbroytta hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. Millum annað varð varpað ljós á summarleguna, sjálvbodna samarittaarbeiðið og hjálpararbeiðið í Ukraina og øðrum kreppuraktum londum. Eisini varð hugt aftur á søguna hjá Reyða Krossi Føroya, og ein serligur málningur eftir Edvard Fuglø varð boðin út til frama fyri hjálpararbeiðið.

Fekst tú ikki sæð sendingina leygarkvøldið
Kringvarp Føroya endursendir Landsinnsavningina sunnukvøldið 1. november kl. 21.30, og sendingin liggur eisini á kvf.fo, har hon kann síggjast, tá tað passar.

Reyði Krossur Føroya takkar hjartaliga øllum, sum hava stuðlað innsavningini, og øllum teimum mongu sjálvbodnu, tónleikarunum, gestunum og samstarvspørtunum, sum vóru við til at gera hetta serliga kvøldið møguligt.

Tað ber framvegis til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi Føroya á www.redcross.fo/landsinnsavning

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #