Tíðindastovan Reuters hevur almannakunngjørt videoupptøkur av flóðalduni, sum eru tiknar upp av vakmyndatólum.
Í videobrotunum síggjast fólk flýggja undan eini risastórari aldu, sum fullkomiliga oyðileggur bygningar og vegir fram við eini á í Gyirong, sum liggur í Tibet-økinum millum Nepal og Kina.
Talið av saknaðum ferðafólkum er nú 579, skrivar BBC.
Av saknaðu ferðafólkunum eru 466 útlendskir ríkisborgarar úr 28 ymiskum londum.
113 av saknaðu ferðafólkunum eru úr Nepal. 54 eru úr USA og talið av saknaðum bretskum ríkisborgarum er 33.
एकअर्कालाई सहयोग गरौं।
— Nepal Police (@NepalPoliceHQ) August 26, 2026
अफवाहमा विश्वास नगरौं।#नेपालप्रहरी #ToServeandProtect #nepalpolice #RasuwaFlood pic.twitter.com/aA68NX4Rzq
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



