Birkbloggur: Egor Venned býr í New York, men er føddur í Føroyum. Longu sum tannáringur gjørdist hann modell, knýttur at altjóða fyritøkum í Milano, París, New York og Keypmannahavn.
Umframt at verða millum fremstu modell úti í heimi, hevur Egor fingið undirvísing í leiklist, at menna førleikan at standa á palli, tá rætta høvið kom á hansara leið.
Ummælarar siga nú, at undirspældi stílurin og sakleyst melankolski framburðurin í “No Rest for the Wicked" sampakkar væl við Baldur, ein leiklutur, ið samstundis førir hann aftur til heimlandið, har alt byrjaði.
Les meira her: Egor er Baldur í No Rest for the Wicked
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



