Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ánarar minnast betur enn skuldarar
- Benjamin Franklin
Innlendis ítróttur

Badmintonsambandið: Í næstum koma 8 lond úr Europa til Føroya at luttaka í Small States of Europe, Badminton Team Championship.

Luttakandi londini eru Gibraltar, Grønland, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, og Føroyar. Har verða 9 lond, sum luttaka, og tilsamans eru 101 badmintonleikarar meldaðir til kappingina.

Tað er Badmintonsamband Føroya sum er vertur fyri liðkappingini, og verður kappingin tann 30. oktober til 1. november í høllini á Hálsi í Havn.

Í Badmintonsambandinum gleða vit okkum at bjóða bæði leikarum, og øðrum, sum ferðast við teimum, at vera vælkomin til Føroyar.

Badmintonsambandið fegnast eisini um góða samstarvið, vit hava við Badminton Europe, sum leggur okkum lag á at skipa slíkar kappingar -sigur Mariann Øster, forkvinna.

Hesaferð sendir Badminton Europe ein av teirra altjóða dómarum Ilkka Vainio úr Finnlandi, at vera referee í Høllini á Hálsi.

Hópurin sum landsliðsvenjari Fai Yin Wong hevur úttikið til kappingina hesuferð eru hesi: Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Oddbjørg í Buð Justinussen, Birna Jacobsen, Ranja Joensen, Sanna Thorkildshøj og Mia Thorkildshøj Magnus Dal-Christiansen, Rúni Øster, Asbjørn H. Olsen, Christian Berg Petersen, Jafet Rasmussen, Árant Á Mýrini, og Jónas Djurhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #