Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak
Skúli

Miðnám í Vestmanna: Ung úr Grønlandi, Føroyum og Danmark hava síðani 28 juni verið á náttúruvísindaligari legu, nevnd Asimi, á Disko oynni í Grønlandi. Her hava tey lært um Jøklar, djóra og plantulív, lívmargfeldni eins og nógv annað. Tey hava búð á Arktisk station, sum er ein granskingarstøð á Qeqertarsuaq oynni, og liggur við býin av sama navnið. Onkur teirra hava sovið í fjøllunum og kannað jøkulin sum liggur beint við býin.

Hetta eru ung úr miðnámi frá teimum trimum londunum, sum hava melda seg til hendan summarskúlan. Asimi er eitt grønlendskt orð, sum merkir “at verða úti í náttúruni”. Tað er undirvísingarstýrini í teimum ymsu londunum, sum skipa fyri.

Tað kann ikki annað enn sigast at skúlin livir upp til navnið, har ið tað hava verið túrar av ymsum slagið nærum hvønn dag. Tùrarnir hava verið til lands og sjós. Sermerkta jarðfrøðin í økinum, sum líkjist sera nógv Føroyum, við basaltfláum, hevur verið eygleidd, túrar við bátið at fiska, kanna plankton við rannskóknarskipinum á støðini, túrur til Kuanit við stabbagrýtið og kvonnum, fiska framvið strondini, eygleitt og lurta eftir hvalið, og annað mangt hevur verið á skránni.

Skúlin endar við innanhýsis framløgum um náttúruvísindalig evnið, sum næmingarnir sjálvir hava valt. Á leguni hava eisini menturnarkvøld verið frá teimum trimum londunum.

Føroyingarnir borðreiddu við turrari grind, spikið, turrum kjøtið og fiskið. Kappróður var akkurát tá í Vestmanna og sjálvandi hugdu vit at kappróðri, sum ein part av mentunar degnum! Seinni varð farið upp á Gólv, har ið ymsar lættar vísur vóru kvøddar. At enda við fóru øll út at spæla ymisk útispøl her í góðveðrinum.

Legan verður liðug 10.07 og av tí at ferðatíðin er sera long verða næmingarnir og leiðarin aftur í Føroyum 12.07.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #