Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Mynd: Heilsustýrið

Mynd: Heilsustýrið

Mynd: Heilsustýrið

Heilsustýrið: Heilsustýrið setir nú sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum á breddan við at bjóða fram nýtt tilfar til føroysk arbeiðspláss um evnið. Eftirspurningur hevur verið eftir tilfari til arbeiðspláss, og ein amboðskassi við tilfari er nú gjørdur fyri at gera tað einfalt og lætt at seta sálarliga heilsufremjan á skrá á arbeiðsplássinum, uttan at umfatandi vitan innan økið krevst frammanundan.

Um 30.000 starvsfólk eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og ein stórur partur av teimum brúkar meginpartin av gerandisdegnum á arbeiðsplássinum. Arbeiðspláss eru størsti felags pallurin, ið vit hava fyri vaksin millum 18 og 67 ár. Tí er arbeiðsplássið ein týdningarmikil pallur at raðfesta sálarligu heilsuna. Mistrivnaður smittar og kann smitta í eini familju, á einum arbeiðsplássi og heilt uppá samfelagsstig, men tað kann trivnaður tíbetur eisini.

ABC fyri sálarliga heilsu kann geva íkast til at styrkja sálarligu heilsuna sum heild á arbeiðsplássinum, men kann eisini hava serligan týdning fyri tey, ið eru í størri vanda fyri at fáa heilsutrupulleikar og fyri at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

ABC-amboðskassin
Heilsustýrið hevur ment ein amboðskassa við ymiskum tilfari til at seta ABC fyri sálarliga heilsu í verk á arbeiðsplássinum. Amboðskassin inniheldur m.a. framløgur, uppgávur, filmar, samrøðukort og eina plakat. Meira tilfar er eisini á veg.

Eldhugað starvsfólk og leiðsla kunnu taka stig til at arbeiða við tilfarinum, men tað hevur týdning, at leiðslan stuðlar undir, so tað kann rótfestast í gerandisdegnum á arbeiðsplássinum.

Tilfarið er ment við støði í og íblástri frá norskum og donskum tilfari um ABC á arbeiðsplássinum. Royndir úr Noregi vísa, at fyritøkur og almenn arbeiðspláss vísa á, at tað kann vera torført at tosa um sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum og at skipa fyri tiltøkum og fundum, ið leggja dent á evnið. Tí taka tey væl ímóti tilfarinum um ABC á arbeiðsplássinum. Aðrar afturmeldingar eru, at tilfarið hevur verið ein hjálp hjá starvsfólkum, ið koma aftur til arbeiðis eftir drúgva sjúkrafráveru, tí tey kenna seg sædd og gerast partur av “ABC-mentanini” á arbeiðsplássinum, eins og tey uppliva, at bæði arbeiðsgevari og starvsfelagar hava tørv á sær.

Støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum
Í føroysku frágreiðingini “Arbeiðið og tú” frá 2023 verður víst á, at sambært gransking eru góðar sálarligar og sosialar arbeiðstreytir knýttar at betri heilsu, trivnaði, minni sjúkrafráveru og knýtt at størri sannlíkindum fyri, at starvsfólk verða verandi í starvinum. Í frágreiðingini “Arbeiðsumhvørvi í Føroyum” frá 2024  verður víst á, at tað serliga eru yngru arbeiðstakararnir, ið uppliva avbjóðingar viðvíkjandi eitt nú trivnaði, heilsu og arbeiðsumhvørvi. Tey ungu uppliva fleiri avbjóðingar innan t.d. meining og hugbinding í arbeiðinum, ið eru øki, ið ABC fyri sálarliga heilsu hevur til endamáls at styrkja. Úrslitini vístu harumframt, at stórir munir eru í arbeiðsumhvørvi, heilsu og trivnaði tvørtur um starvsbólkar.

Tilfarið verður almannakunngjørt í sambandi við, at ABC-vika er, og tað er tøkt á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #