Um tú eigur eitt livandi ljós, so kanst tú tendra eitt hjá onkrum øðrum uttan at missa nakað av tínum egna
- Steintór Rasmussen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú eigur eitt livandi ljós, so kanst tú tendra eitt hjá onkrum øðrum uttan at missa nakað av tínum egna
- Steintór Rasmussen
Bloggur

SámalSunnudag: Barcelona er eitt paradís á nógvar ymiskar hættir, ikki minst fyri okkum fjarskotnu atlantsfólk. Her er framúr matur, framúr klæði, framúr arkitekturur, ja í grundini øgiliga nógv av tí, ið ikki er so framúr í Føroyum. Umframt alt hetta er Barcelona eit paradís fyri alkoholfrítt øl. Havi drukkið fleiri alkoholfríar ølir hvønn dag, og siti nú á flogvøllinum og njóti eina seinastu bjór, áðrenn leiðin gongur heim aftur á klettarnar. 

Ikki bara fær man framúrskarandi alkoholfrítt øl í Barcelona. Fleiri bryggjarí her um leiðir gera enntá bæði alkohol- og sukurfrítt øl. Her er enntá eitt, ið ger zero-zero-zero-øl: alkohol-, sukur- og glutenfrítt. Og mínsann um eg ikki enntá fekk eina zero-zero-øl, ið harumframt var probiotisk. So ber til at drekka øl við góðari samvitsku, enntá á miðdegi ein miðvikudag, um tað skal vera.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #