Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vit síggja bert stutt fram í tíðina, men vit síggja nógv har, sum enn er eftir at fáa frá hondini
- Alan Turing
Lesarin skrivar

– Vit eiga at lurta eftir teimum, sum kenna avleiðingarnar á egnum kroppi. Rættstundis útgreining skal føra til rættstundis hjálp, sigur Bjørg Dam, forkvinna í ADHDfelagnum.

ADHDfelagið hevur nærum 900 limir og heitir nú á landsstýrið um at seta ferð á tilmælini í rúsevnisætlanini.

Altjóða gransking vísir eitt týðiligt samband millum ADHD og rúsevnistrupulleikar. Fleiri stórar kanningar vísa eisini, at heilivágsviðgerð fyri ADHD er knýtt at færri rúsevnistengdum trupulleikum.

Føroysku royndirnar vísa sama tørv á hjálp: Sambært Blákrossheiminum høvdu 26 prosent av teimum, sum leitaðu sær viðgerð í 2021, eina ADHD-diagnosu ella fingu hana undir viðgerðini.

ADHDfelagið vil hava skjótari atgongd til útgreining og stuðul, sterkari samstarv millum psykiatriina og rúsevnisviðgerðarstovnarnar og tryggari uppfylging hjá fólki við staðfestum ADHD.

– ADHD er ikki frágreiðingin um alla misnýtslu. Men vit vita nóg mikið til at taka sambandið í álvara. Fólk við bæði ADHD og rúsevnistrupulleikum skulu ikki sjálv bera ábyrgdina av at fáa viðgerðarskipanirnar at arbeiða saman, sigur Bjørg Dam.

Í greinini „Eg havi brølandi ADHD“ – hjálpin má koma fyrr lýsir felagið eisini, hvussu langa bíðitíðin kann gera viðgerðina meira sundurskilda, tá fólk leita sær hjálp uttanlands.

Les alla greinina við granskingarkeldum, almennum tilmælum og eldri framløgu her

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #