Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tað var eftirsleip frá korona tíðini sum í fjør gjørdi, at onki eftirlit var við arbeiðsplássum sum hava útleingar í arbeiði.

Tað sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sum saman við Taks og Politinum eigur uppgávuna at hava árligt eftirlit við, um allar treytir fyri arbeiðsloyvum til útleingar verða hildin.

Málið er blivið aktuelt eftir at tað er komið fram, at eitt matstað hevur havt fleiri útlendsk starvsfólk í starvi undir tí sum, sambært teimum sjálvum, líkist trælalíknandi umstøðum. Arbeiðsgevarin hevur tó víst øllum ákærum aftur.

- Men vit hava ætlanir um fýra samskipað átøk í ár, sigur hann.

Tað er ein treyt í loyvinum sum arbeiðsgevarin fær at hava útlendingar í arbeiði, at hann kann prógva, at øll viðurskifti eru í lagi, tá eftirlitsvitjanir eru. Vitjanirnar eru ófráboðaðar, og í 2021 var ein slík vitjan, men altso ongin í fjør.

Ímillum 5 og 7 fyritøkur fáa vanliga vitjan, hvørjaferð eitt átak verður gjørt, og sostatt kunnu eini 25 arbeiðspláss vænta sær vitjan í ár. Av tí at talan er um ófráboðaðar vitjanir ber ikki til at siga, hvørji virki fáa vitjan.

- Tað er tó nærliggjandi at hugsa, at matstovuvinnan er í fokus, eftir tað sum er komið fram, sigur Leivur Persson.

Les eisini: Ongin eftirlitsvitjan á arbeiðsplássum við útlendingum var í fjør

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo