Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Hóast Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Politiið og Taks eiga at gera árligt eftirlit á arbeiðsplássum, har útlendingar starvast, so var onki eftirlit í fjør og bara eitt í 2021.

Tað upplýsir Paula Eikhólm, økisleiðari hjá Politinum í Føroyum fyri VP.

Á eini slíkari eftirlitsvitjan skal arbeiðsgevarin kunna dokumentera, at øll viðurskifti í sambandi við útlendsku starvsfólkini eru í lagi, og harundir eisini at tey fáa rætta løn.

Tað er Arbeiðs- og brunaeftirlitið sum skal taka stig til eftirlitsvitjanirnar sum eru ófráboðaðar og har Taks og Politiið eisini eru við.

Málið er aktuelt nú, tí tað er komið fram, at fleiri starvsfólk hjá eini pizzamatstovu kenna seg sera illa viðfarin og siga seg ikki hava fingið løn í langa tíð.

Útlendingastovan ger annars greitt, tá arbeiðsgevarar søkja um góðkenning, at eftirlit verða framd bæði við framleingjan, eftirlitsvitjan og árligum stakroyndum.

Paula Eikhólm sum hevur hesar eftirlitsvitjanirnar sum sítt starvsøki, sigur, at tað í 2021 var eitt átak sum umfataði eftirlit við arbeiðsplássum sum høvdu útlendingar í arbeiði.

- Tá vitjaðu vit fimm arbeiðspláss innan byggivinnuna í Havn og Norðoyggjum, sigur hon.

Hví ongin eftirlitsvitjan var í fjør tykist eitt sindur óvist, og tað hevur ikki borið til at fingið fatur á rætta viðkomandi hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til at svara uppá tað.

Les eisini: - Eg rindaði 6000 evrur úr Tunesia til Farhat

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo