

Innsent: Tá september mánaði er runnin fer býarmyndin í Klaksvík at broytast. Kanska tú hevur vitja Kjøthandilin onkuntíð? So hevur tú møtt Óla Langgaard og hansara kæru, sum í áravís hava staðið smílandi handan søludiskin og selt alskins døgurðabitar.
Fólk í Klaksvík, og sikkurt fleiri við, kenna gleðina, tá ið klokkan nærkast 11 og avtalan er, at vit fara at eta okkurt lekkurt frá Langgaard. Tvey verða send avstað, við einum lista til dagsins døgurðasteðg.
- Tað er við sorgblídni at hetta nú ferð í søguna. Tað hevur verið ein torfør avgerð, men tíðin er komin, sigur Óli.
Fyri Óla og familjuna byrjaði søgan í 1997, tá ið Óli yvirtók Kjøthandilin frá Mikkjali Joensen. Áðrenn Óli yvirtók arbeiddi hann í Kjøthandlinum, so samanlagt hevur Óli havt tilknýti í 52 ár. Konseptið er tó broytt og tillagað so líðandi. Seinnu árini er orkan løgd í at gera døgurðar, sum verða seldir gerandisdagar í døgurðatímanum.
- Sjálvandi hevur dreymurin verið, at Kjøthandilin koyrdi víðari við nýggjari orku frá einum øðrum eigara. Tað er eingin loyna, at nógv orka er løgd í at menna og dríva eina fyritøku sum hesa. Tískil hevði verið gleðiligt at sæð virksemið hildið fram, sigur Óli.
Seinasti søludagur
Seinasti søludagur er ásettur. Týsdagin 30. september verða seinastu døgurðabitarnir veittir - í øllum førum úr hondunum hjá Óla og hansara fólki.
At enda ynskir Óli at takka øllum viðskiftafólkum fyri trúfesti og mong góð prát.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo