Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Almanna- og mentamálaráðið lýsir við hesum møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist fyri 2026.

Umsóknarblað kann heintast her.

Viðvíkjandi treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Umsóknir skulu sendast umvegis teldupost til:
Almanna- og mentamálaráðið
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Teldupostur: studul(at)ammr.fo 

GG! Stuðul verður latin treytað av, at játtan er tøk til endamálið á løgtingsfíggjarlógini fyri 2026.

Freistin at søkja um stuðul er hósdagin 20. november 2025 kl. 12.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo