Akstovan er farin at kanna, um møguleiki er fyri at skjóta eina avgerð, sum Føroya Kærustovunur tók í septembur inn fyri Føroya Rætt.
17. september í ár kom Føroya Kærustovnur til ta niðurstøðu, at heimild ikki er í avgjaldslógini at krevja virðisgjald fyri elbilar, sum eru skrásettir í tíðarskeiðnum frá 1.apríl 2024 til og við 31. desember 2024.
Avgerðin hjá Kærustovninum varð tikin í sambandi við eitt kærumál um áseting av virðisgjaldi á einum elbili, sum kærarin hevði innflutt í november 2024.
Men Kærustovnurin sigur eisini í síni avgerð, at reglurnar um virðisgjald eru ógreiðar og tvítíddar. Og tí vil Akstovan hava rættin at taka avgerð.
Í seinasta lagi miðskeiðis í mars næsta ár ætlar Akstovan at hava tikið avgerð um, hvørt hon fer í rættin við málinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



