Synergi: Vælkomin til Leiðaradagin 2026 og stílfullu kokteyveitsluna beint aftaná, har vit fagna Ársins Leiðarar og Herðaklappið
Verð við á fremstu røð, tá Ársins leiðarar verða kosnir og Herðaklappið til millumleiðaran verður latið.
Leiðsla krevur dirvi, kós og umsorgan– serliga í eini tíð, har óvissur og kreppur seta sín dám á gerandisdagin.
Vit liva í eini rembingartíð við altjóða ótryggleika og avbjóðingum: kríggjum og tolltrupulleikum, netálopum, vitlíksbroytingum, sum seta nýggj krøv til førleikar og arbeiðsgongdir, og einum arbeiðsmarknaði við støðugt hægri krøvum.
Á Leiðaradegnum fært tú amboð og íblástur, sum styrkja teg í at standa tryggari og sterkari sum leiðari – eisini tá umstøðurnar broytast skjótari enn nakrantíð.
Á skránni:
-
Setan við Ársins almenna leiðara – Jóngerð Guttesen
-
Trygg leiðsla í ótryggari tíð – Vibeke Lunding-Gregersen
-
PausePower – Pia Hauge
-
Vel tankar, sum styrkja heldur enn tyngja – Kristian Eli Andersen
-
Úr skjáttuni hjá Ársins privata leiðara – Álvur Højgaard
-
Hæddarpunktið á degnum – kjósan av Ársins leiðarum og Herðaklappið til millumleiðarin verður latið
Kokteylparty við suðurevropiskum tapas, lekkrum kokteyls ad libitum og tónleikur á TOPP støði við Jens Marna og Guðrið Hansdóttir
Dagurin verður rundaður av við eitt fantastiskum kokteylparty, har vit eisini hátíðarhalda Ársins Leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran
Minst til at melda til seinast 19. desember kl. 13.00 – so fært tú lekkran brunch fyri 2 á Hilton við í prísinum
Øll fáa harumframt sertilboð til RESS SPA fyri 2 – RESS SPA kann ikki lýsast! Tað má uppivast
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



