Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen
Politikkur

Heilsu- og Orkumálaráðið: Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 verður ein góð millión kr. sett av til at styrkja barnsburðarøkið og narkosuøkið á Landssjúkrahúsinum. 

Raðfestingin skal økja serlæknorkuna og styrkja støðufestið í vaktarviðurskiftunum. Hetta hevur týdning á einum øki, har bráðstøður kunnu taka seg upp, eitt nú í sambandi við føðingar og keisaraskurðir. 

Bæði barnsburðarøkið og narkosuøkið eru týdningarmikil og viðbrekin øki, har ein vælvirkandi bráðtilbúgving hevur stóran týdning. Við hesi raðfestingini styrkja vit serlæknorkuna og geva Landssjúkrahúsinum betri møguleikar at tryggja støðufesti í vaktarviðurskiftunum.

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Landssjúkrahúsið hevur víst á, at økið er tunt mannað við serlæknum, og at vaktarbyrðan tí kann vera stór. Fleiri serlæknatímar kunnu minka um vaktarbyrðuna og geva betri framhald í arbeiðinum á økinum. 

Raðfestingin verður sett í verk í 2027.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #