Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Onnur tíðindi

Ein pensjónistur skal rinda Almannaverkinum 14.461 krónur aftur, hóast feilurin varð gjørdur av Almannaverkinum.

Pensjónin fyri 2024 varð upprunaliga roknað eftir eini mettari inntøku á bert 3.393 krónur. Tá árið varð endaliga uppgjørt, vístu upplýsingarnar hjá TAKS tó eina samlaða inntøku á 134.207 krónur.

Almannaverkið hevur viðgingið, at skipanin av misgáum ikki hevði fingið eftirlønina hjá pensjónistinum við í útrokningina. Pensjónisturin helt tí, at útgjaldið var rætt, og kærdi afturberingarkravið.

Føroya Kærustovnur hevur nú staðfest avgerðina hjá Almannaverkinum. Sambært lógini skulu pensjónir eftirroknast, tá endaliga inntøkan er kend, og ov nógv útgoldin pensjón skal rindast aftur. Tað hevur sambært Kærustovninum ongan týdning, at pensjónisturin var í góðari trúgv.

Kærustovnurin sigur tó, at tað hevði verið í tráð við góðan fyrisitingarsið, um Almannaverkið skrivliga boðaði pensjónistum frá inntøkugrundarlagnum – serliga tá tað broytist frá árinum frammanundan.

les alla avgerðina

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #